Undirbeat við Árna Neon og DJ Knýtil

So er at pussa sær dansiskógvarnar, tí í kvøld verður aftur Undirbeat í dansistaðnum Cippo.

 

 

Hesaferð verður plátuaktuelli Árni Neon á skránni saman við DJ Knýtil.

 

Fyrstnevndi er úr Sandavági og hevur verið virkin sum Dj í nøkur ár, men hetta er fyrstu ferð, at hann roynir seg í Undirbeat.

 

Fyri kortum gav Árni Neon sína fyrstu stakfløgu út við lagnum Booster, ið millum annað fæst á Beatport.com. trackitdown.com og heili tíggju øðrum on-line tónleikasíðum við respekt fyri sær sjálvum. Lagið kann eisini hoyrast á myspace-profilinum hjá Árna Neon, www.myspace.com/djjoensen.

 

Saman við garvaða DJ Knýtil fara teir at fáa eina elektro veitslu í lag, sum øll kunnu vera errin av, verður sagt.

 

Undirbeat hevur ligið lamið í nakrar mánaðir, men summarið er í nánd, og ætlanin er at hava fleiri tiltøk í næstum.

 

Atgongumerki kosta 100 krónur. 18 ára aldursmark.