Undirhús læt 20.000 til Rynkeby

Tá Rynkeby-súkklararnir steðgaðu á Toftum í gjár, handaði Undirhúsið teimum eina gávu á heilar 20.000 krónur.

Í sambandi við, at Team Rynkeby Føroyar byrjaði sína ferð móti París í gjár, løgdu tey leiðina fram við á Toftum, har nógv fólk nýttu høvi at heilsa upp á og ynskja góða ferð. Tað vóru Nes kommuna og Undirhúsið á Toftum, sum í felag skipaðu fyri móttøku fyri súkklarunum.

 

Nógv fólk var komið saman at heilsa uppá "rynkurnar". Av tí, at útlit vóru til regn, varð eitt tjald sett upp uttan fyri Undirhúsið, har møguleiki var hjá øllum at fáa sær ábit.

 

Borgarstjórin í Nes kommunu, Jóhannus Danielsen, segði nøkur orð, ynskti góðan túr. Hann handaði eisini eina gávu á 5.000 krónur, sum stuðul til vælgerandi endamálið, sum Team  Rynkeby Føroyar arbeiðir fyri. Eisini Haldor Gaardbo segði nøkur orð vegna Undirhúsið og handaði ein kekk á 20.000 krónur.

 

Undirhúsið og Bátafelagið er ein av gullstuðlunum hjá Team Rynkeby Føroyar á túrinum í ár.  

 

Á tiltakinum á Toftum var eisini sangur á skránni, og kórið í Undirhúsinum sang tveir sangir, har øll tey, sum vóru møtt upp, kundu syngja við til hesa løtu.

 

Seinast takkaði aldurforsetin á túrinum í ár, ein av trúgvu limunum í Undirhúsinum, 79 ára gamli Jack Højgaard, vegna Team Rynkeby Føroyar fyri góða uppmøting og sera góða stuðulin, sum hann og restin av liðnum fekk í Nes kommunu.