Undirhús á útferð við Westward Ho

Í gjár vóru 40 menn, sum plaga at hittast í Undirhúsinum á Toftum, útferð í høvuðsstaðnum við Westward Ho, sum teir høvdu leigað til ferðina. 

 

Her var gott lag, og tað var ikki frítt fyri nostalgi, tá skipið legði til bryggju við Toftagjógv, og tá sluppin loysti, rungaði sangurin á dekkinum í fagrasta veðri.

 

Tá Westward Ho kom til Havnar, varð lagt at við Høgukai, sum tey rópa tað í Havn.

 

Jógvan Arge, sum er í borgarstjórasessinum, tók ímóti og bjóðaði til ábit í Müllers Pakkhúsi.

 

Síðan varð farið í løgtingið, har næstformaðurin og toftamaðurin, Alfred Olsen, tók ímóti og greiddi frá.

 

Døgurðin varð etin á Hotel Hafnia, og eftir døgurðan var tjóðsavnið, har Regin Debess, sum sjálvur býr á Toftum og var við á ferðini, greiddi frá.

 

Jóhannus Danielsen, borgarstjóri í Nes kommunu, var á støð, tá skipið fór av Toftum. Hann loysti endarnar og ynskti góða ferð. 

 

Hetta er onnur útferðin hjá teimum í Undirhúsinum í ár. Fyrri túrurin var við bussi vestur í Vágar í februar.

 

Tað veit heimasíðan hjá Nes kommunu at siga.