- Mítt ynskið er, at øll ung, tá tíðin er røtt, skulu fáa eitt gott sexlív. Men tað krevur, at mann hevur ein sunnan hugburð og sunn sjónarmið, hvat sex viðvíkur.
Soleiðis sigur Dánjal Petersen, sum í meir enn 10 ár hevur verið í fleiri ymsum samkomum í Føroyum, har hann undirvísir ungum í reinleika, parlagi og sex.
- Eg haldi, at foreldrini eru glað fyri, at eg tosi við tey ungu um hesi evnini, tí ofta kann tað vera trupult fyri foreldrini at tosa við børnini um eitt nú parlag og sex, sigur Dánjal Petersen, sum í sínum fyrilestrum leggur dent á, at tey ungu skilja álvaran við sex.
- Tað er ikki bara sum at fáa sær eina sodavatn. Vit menniskju ávirkast av seksuellari atferð, so tá tvey ung fólk fara í song saman, og hóast bæði hava hug til tað í tí løtuni, so ávirkar tann gerðin tey. Sex hoyrir hjúnabandinum til, sigur Dánjal Petersen.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr alla samrøðuna við Dánjal Petersen, sum vitjaði í seinnapartssendingini fyrr í vikuni.