Eigarnir í Nípuhaganum í Miðvági undrast á, at reyðmálaðir steyrar eru komnir at standa út gjøgnum hagan nakað niðan frá Vatninum av Gróthústanga út móti Svanga. Minnir mest um, at onkur hevur stungið út til vegagerð í haganum. Og nakran slíkan vita eigararnir einki um.
Ta fyrsta, sum rennur til hugs, er, at tað man vera okkurt í samband við tað alduorkuverkið, sum tosað hevur verið um at leggja inn í bergið undir Trælanípuni.
Men hvussu er og ikki. Eingin hevur biðið um loyvi at seta hesar góðu steyrar í hagan, so røktingarmaðurin gjørdi bart hendan dagin, og tók teir upp aftur og fór til hús við teimum.
Teir, sum standa fyri verkætlanini, ásanna, at tað ivaleyst er óheppið ikki at hava sagt frá, men leggja dent á, at nokta eigararnir teimum lendi, verður als eingin verkætlan framd yvirhøvur.
Gera kanningar
Jú, rætt er, sum miðvingarnir gittu. Tað eru fólk, sum gera kanningar í samband við orkuverkið, sum hava sett steyrarnar niður. Men ongar ítøkiligar ætlanir eru kortini um nakran veg enn. Tíansheldur um nakað orkuverk. Men í januar vænta teir, sum arbeiða við hugskotinum, at ein frágreiðing um kanningar, sum gjørdar eru í Søltuvík og undir Nípuni, fer at vera tøk, og so kann gerast av, um farast skal undir nakra ætlan yvirhøvur. Og um so verður, hvar hetta góða verk so skal gerast.
?Tað verður so annaðhvørt sunnanvert Søltuvík ella undir Trælanípu, sigur Ólvaur Gregersen, stjóri á SeaWave, sum er felagið, ið stendur fyri verkætlanini. Felagið er eitt samtak millum elfelagið SEV og skotska felagið WaveGen, ið rekur eitt líknandi verk á Hebridunum.
Klæmint Weihe, stjóri á SEV, sigur, at arbeiðið gongur sína gongd, og at nú verður bíðað eftir frágreiðingini, sum skal koma í januar.Tá verður so endalig støða tikin, sigur hann. Tað, sum higartil er gjørt, eru bara kanningar, sum skulu vísa, um tað yvirhøvur ber til at gera nakað á staðnum.
At fólk hava verið í haganum og sett steyrar niður, uttan at eigararnir hava fingið nakað at vita um tað, harmast hann um, um so er, at nøkur misskiljing kann standast av tí. Hann leggur dent á, at als einki verður gjørt, ella kann gerast í haganum, uttan at eigarnir geva loyvi til tað.
Vilja verja sítt
Jarðareigararnir føra fram, at talan er um órørda náttúru fram við Vatninum, har nógvur fuglur eigur, og har fólk annars plaga at ferðast ofta um summarið, uttan tó at tað órógvar fuglin.
Men tá lastbilar og aðrar maskinur fara at arbeiða her, ivast teir ikki í, at tað fer at hava keðiliga ávirkan á eitt nú fuglalívið.
Tvey ternuvørp eru við vatnið, og terna er skjarrligur fuglur, sum skjót er at styggja burtur. So henni bera teir ótta fyri. Og í berginum uttan fyri har, sum sjálvt verkið skal liggja, eiga nakrir lomvigar. Og jarðareigararnir óttast eisini fyri, at teir fara at órógvast av boringum og spreinginum í berginum.
Eigararnir vísa til løgtingslóg um nátúrufriðing, har atlit verður tikið at serligum landsløgum. Og slíkt halda teir hetta vera, sum ætlanin nú tykist at vera at gera veg ígjøgnum.
Teimum dámar ikki tankan um hendan vegin, og teimum dámar líka lítið hugsanina um eina turbinustøð her úti móti Oyrunum.
Einki skal síggjast
Klæmint Weihe, stjóri á elfelagnum SEV, heldur ikki, at eigarunum nýtist at vera so óttafullir um hendan vegin, sum ætlanin er at gera at brúka, meðan arbeitt verður upp á sjálva orkustøðina. Tí tá arbeiðið er liðugt, eru tveir møguleikar við honum. Annaðhvørt, at hagin fær hann at nýta, ella at hann verður tyrvdur aftur. Og so er hann burtur.
Men heilt samdur er Ólavur Gregersen, stjóri í felagnum SeaWave, kortini ikki.
Hann sigur, at neyðugt verður at hava vegin liggjandi, tí tað verður av og á neyðugt at sleppa til støðina úti móti Nípuni við ymsari útgerð, og so má vegurin nýtast.
Men sjálvari støðini hava jarðareigararnir onga orsøk til at hava ampa av, sambært teimum, sum varða av verkætlanini. Tí hon skal gerast inni í berginum og fer als iki at síggjast omaná, sigur Klæmint Weihe.
Borað verður úr erva inn í fjallið, og pláss gjørt inni í berginum til sjálva støðina. Síðan verður tunnilin boraður út ígjøgnum, til tess at fáa útnyttað alduorkuna. Og tann tunnilsmunnin fer altíð at liggja væl undir vatnskorpuni og fer sostatt ongantíð at síggjast, sigur hann.
Lítil úrtøka
Jarðareigararnir siga seg hava skilt, at talan verður um eina rættiliga lítla orkustøð, sum fer at framleiða lítið av streymi, men kortini fer at kosta nógvar pengar. Sosialurin hevur fingið upplýst, at kostnaðurin fer at liggja um einar 25 - 30 milliónir danskar krónur.
Men úrtøkan verður bara einar 200 kwt, sigur Klæmint Weihe, stjóri á SEV.
?Jú, tað er ógvuliga lítið at fáa burtur úr so nógvum pengum, sum hetta ivaleyst fer at kosta, Men tað er heldur ikki úrtøkuni, vit fara eftir í hesum førinum, sigur hann. Vit gera eina roynd at vita, um tað yvirhøvur ber til at gera hetta slagið av orkuverkum, sigur SEV stjórin.
Alt er enn á fyrireikingarstøði. Í grundini veit eingin nakað. Hvørki, teir, sum gera praktisku kanningarnar, teir, sum skulu eiga verkið, og allarminst av øllum teir, sum eiga lendið.
?Men tað fáa teir at vita í januar, sigur Klæmint Weihe. Tí tá kemur ein tilráðing, sum fer at siga okkum, um best er at fara undir verkætlanina undir Trælanípuni, sunnan fyri Søltuvík ella kanska als ikki gera nakað yvirhøvur.
Og vilja eigararnir av lendinum ikki lata okkum sleppa framat, so verður als einki kortini, leggur hann dent á.
Og tað fara eigararnir í Nípu ikki at gera siga teir. Tað kemur ikki upp á tal.