Ung listafólk í Snarskivuni

Hósdagin 13. mars kl. 16.00 letur ein listaframsýning við verkum hjá ungum listafólkum upp í Snarksivuni. Í samband við ferniseringina, fer Guðrið Hansdóttir at syngja.

Á framsýningini eru málningar og tekningar hjá ungum listafólkum. Talan er um listaverk, sum vórðu gjørd og sýnd fram í samband við verkætlanina ”Ung hjálpa ungum”, sum Margarinfabrikkin herfyri skipaði fyri.


Fyri at stuðla tiltakinum keypti Tórshavnar kommuna listaverkini, og innkomni peningurin frá framsýningini og øðrum tiltøkum í hesum sambandi fór til ”Tú og Eg” ráðgevingina hjá Barnabata.


Ungu listafólkini, sum hava framsýning eru : Edith Mørkøre, Heirikur á Heygum, Høgni Egholm Magnussen, Jón Sonni Jensen, Christina Blach Schrøder, Lív Seyer Vistrup og Ólavur S. T. Thorsteinsson. Framsýningin verður í Snarskivuni apríl mána út.