Hóskvøldið 25. mars kl. 19.00 fer Epileptikarafelagið at skipa fyri einum hugnakvøldi, har greitt verður frá um epilepsi. Meta av Fløtum og Charlotta av Váli Olsen hava báðar verið á informatørskeiði í Danmark fyri at læra seg at upplýsa um epilepsi. Tær hava vitjað fleiri skúlar, har greitt hevur verið frá sjúkuni. Um onkur ynskir at fáa tær út á skúlar, barnagarðar, pensionistafeløg v.m. at greiða frá, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við Randfríð Sørensen, tlf. 26 30 78.
Eisini fara Ólavur Østerø og Magni Poulsen, ið báðir eru kendir skemtarar, og sum eisini báðir hava epilepsi, at greiða frá, hvussu tað er at liva við epilepsi. Tiltakið er serliga vent móti ungum við epilepsi og vinfólkum teirra. Okkurt verður eisini til matna. Epilepsi er í sær sjálvum ikki ein sjúka, men heldur eitt fyribrigdi, ið kemur til sjóndar við spontanum og afturvendandi herðindum. Herðindini koma av tí, at nervakyknurnar í heilanum verða ávirkaðar, og vara herindini sum oftast frá fáum sekundum til 2 - 3 minuttir.
Fleiri sløg eru av epilepsi, og eisini er rættiliga ymiskt, hvussu álvarslig herðindini eru.
Í Føroyum verður mett, at umleið 400 fólk hava epilepsi. Í Epileptikarafelagnum, sum í ár hevur 15 ár á baki, eru 120 limir.
Randfríð Sørensen, forkvinna í Epileptikarafelagnum, vísir á, at neyðugt er við upplýsing, tí epilepsi er ein rættiliga fjald sjúka. Flestu fólk við epilepsi virka væl í samfelagnum, sjálvt um tey kunnu tó fáa herðindini av og á. Í dag eru nógvur góður heilivágur fyri epilepsi, so ein kann sleppa undan at hava ov nógv herindir.
Tiltakið hjá Epileptikarafelagnum verður hóskvøldið klokkan 19 í MBF-húsinum á Íslandsvegi 10 í Havn.