Í farnu viku leitaðu føroyingar aftur í víkingatíðina, tó at vanligari síðstu árini hevur verið at leita aftur í sekstiárini. Leitað verður eisini í sekstiárini á torginum í SMS í hesum døgum.
Í gjár lat upp framsýning í SMS, ið kallast Ungdómur í Havnini í 60?unum. Leivur Hansen, borgarstjóri, setti framsýningina, ið B36 við Birgari Johannesen á odda, skipar fyri.
Týskvøldið 27. juli verða nakrar av myndunum seldar á uppboðsølu og eisini leygardagin 7. august.
Sýningin er opin til leygardagin 7. august 1999.