Ung til arbeiðis í Nes kommunu

Ung í Nes kommunu fara í summar at gera smáar umvælingar, lúka, sópa gøtur, mála, rudda og annað.

Nes kommuna fer aftur í ár at hava Ung í arbeiði.

 

Kommunan hevur í nøkur ár skipað soleiðis fyri, at ung kunnu fáa arbeiði í summarfrítíðini. Hetta hava tey vanliga tikið væl ímóti. Eins og undanfarin ár eru tað næmingar í 9. flokki, sum hava møguleikan at fáa arbeiði.

 

Hesir ungdómar fara í summar at fríðka um í kommununi. Tey fara at gera smáar umvælingar, lúka, sópa gøtur, mála, rudda og annað. Arbeiðið er skipað soleiðis, at tey ungu sleppa til arbeiðis tvær vikur í part. Hatta svarar til 80 tímar.

 

Tíðarskeiðið, tey ungu kunnu arbeiði í, er frá 29. juni til 24. juli.

 

- Arbeitt verður átta tímar um dagin, frá klokkan 8 til 16. Tey ungu verða sett eftir vanligum setanartreytum og lønt eftir sáttmálaavtalaðu tímalønini hjá Føroya Arbeiðsmannafelag, siga tey í Nes kommunu.