Ungarski stjórnarflokkurin, Fidesz, skjýtur upp, at ungarskir myndugleikar kunnu goyma gull og reiðan pening fyri nógvar milliónir evrur, sum hald er lagt á í tveimum ukrainskum akførum, í tveir mánaðir.
Í síðstu viku vórðu sjey ukrainsk bankastarvsfólk, sum vóru á veg úr Eysturríki til Ukraina, varðhaldsfongslað í Ungarn.
Hetta hendi undir illgruna fyri hvítvasking av pengum.
Teir sjey ukrainararnir fluttu gull og reiðan pening fyri yvir 500 milliónir krónur. Ukraina sigur, at talan var um eina lógliga flyting.
Ukrainararnir eru útvístir, men reiði peningurin og gullið eru framvegis í Ungarn.
Ukraina ákærir Ungarn fyri stuldur í málinum. Í fyrstu atløgu varð Ungarn eisini ákært fyri at hava tikið bankastarvsfólkini sum gíslar.
Sambært Ukraina brúkar Ungarn starvsfólkini í bankanum og tær ognirnar, sum hald er lagt á, til at leggja trýst á Ukraina um at taka russisku oljuveitingina uppaftur umvegis Druzhba-leiðingina.
Samstundis sigur millum annað ungarski forsætisráðharrin, Viktor Orbán, at hann vil hava eina forkláring uppá, hví ukrainarar høvdu so stórar virði.
– Vit vilja vita, hvat ukrainarar gjørdu við eini so risa peningaupphædd, segði Viktor Orbán á einum valstríðstiltaki 12. apríl.
Eitt lógaruppskot um at loyva ungarska skattamyndugleikunum at varðveita gullið og reiðan pening í tveir mánaðir - meðan kanning er í gongd - varð mánadagin sent tinginum. Tað kundi atkvøðast týsdagin.
Viðurskiftini millum Ungarn og Ukraina eru longu spent orsakað av sambandinum hjá Orbán við Russland.
Tey handtiknu koma úr Oschadbank, sum er ein statsligur ukrainskur banki.
Sunnudagin kravdi uttanríkisráðharrin í Ukraina, Andriy Sybiha, at bæði gullið og reiði peningurin skuldu latast aftur beinanvegin. Hann kallaði gerðirnar hjá Ungarn fyri eitt "óvanligt mál um statsganstaravirksemi."
Ákærurnar hildu fram mánadagin.
– Eftir at teir hava stolið pengar hjá einum ukrainskum statsbanka, leggja teir nú upp til at "legalisera" ólógligu tøkuna, sigur Sybiha í einum uppslagi á X.
Ritzau/Reuters











