Ungdómslív ? vársól fyri minnið

Carl August Arge

Ja, soleiðis verður sung-ið, men tað gerst ikki veruleiki fyri øll - tíverri.
Vit hoyra ofta nógv negativt um ungdómin og ungdómsviðurskifti. Um rúsevni, rúsdrekka, ófrið, órólig foreldur o.l. Fleiri av skúlunum í kommununi eru sera niðurslitnir og trongir. Á Argjum er støðan heilt ótolandi viðv. skúlanum har. Nýliga frættist, at europeiskar kanningar, har Føroyar luttaka, vísa at okkara ungdómur liggur ovast viðv. royking. Tey ungu undir 18 ár kunnu fara í dans eina ferð um mánaðin í høvuðsstaðnum! Dansitíðin er frá midnátt til kl. 4 á morgni.
Oftani síggjast blað-ung ganga og vála millum meira og minni rús-aði vaksin vikuskiftis-næturnar. Ongantíð síggjast løgreglufólk til gongu í býnum, seint á kvøldi og nátt, fyri at økja um trygdina.
Hetta er als ongin kritikkur av teimum ungu.
Ta eru vit vaksnu sum svíkja ungdómin. Hetta eru ikki virðilig kor at bjóða tí dýrabarasta vit eiga - ungdóminum!
Her má og skal broyt-ing koma í!
Verið eg valdur, fari eg av øllum alvi at arbeiða fyri:
?Skúlaviðurskiftini, ikki minst á Argjum, skulu í rættlag.
?Góð og trygg dansiviðurskifti fyri tey undir 18 ár. Tey skulu hava dansimøguleika hvørja viku. Tá privatir dansifyriskipaðar ikki megna at nøkta tørvin, skal Býráðið ganga undan. Skilabetri dansitíðir.
?Kommunan skal hava ein ungdómspolitik har trygd og trivnaður skal í hásætið. Ungdómurin skal sjálvur vera við til at orða politikkin
?SSLM-ráð skal setast á stovn. Hetta er samstarvsháttur millum skúla, sosialtænastu, løgreglu og mentunar/ frítíðarstovnar. Hetta ráð skal fylgja við í tí aktuellu støðuini hjá ungdóminum og koma við tilmælum til politikararnar. Tey ungu skulu sjálvandi eisini hoyrast. Góðar royndir eru við SSLM í hinum norðurlondunum.
?Kommunalan royki- og rúsevnispolitik, við serligum atliti til ungdómin, skal orðast og fáast at virka.
?Løgreglufólk til gongu skulu út á gøturnar seint á kvøldi og um náttina í vikuskiftunum. Ikki skulu vit gerast nakar politistatur, men hetta hevur stóran fyribyrgjandi týdning og fer munandi at økja um trygd og trivna.
?Margarinfabrikkin skal fáa størri og breiðari leiklut - m.a. við betri umstøðum fyri ungar tónleikarar.
?Barnaverndararbeiðið skal styrkjast. Skjót og professionell hjálp til familjur við álvarsligum trupuleikum

Setið krossin við lista D komandi týsdag!