Ungdómslandslið til Aberdeen

U15 og U17 landsliðini hjá FSF fara sunnudagin til Aberdeen, har liðini skulu taka lut í altjóða fótbóltskapping. Aberdeen International Football verður hildin í juli mánaði hvørt ár, og vanliga taka ungdómslandslið hjá Føroyum lut í hesi kappingin. Soleiðis er eisini í ár, og sunnudagin flýgur stóra FSF-ferðalagið til Aberdeen, har kappingin verður hildin alla næstu viku. Spælararnir koma heimaftur til Føroya næsta sunnudag