Ungdómsstevna í Norðurlandahúsinum

Norðurlandahúsið hevur sett november av til at vera ungdómsmánað.

Av tí sama er ungdómsmentanarstevnan, Ung í Føroyum, sum vanliga hevur í februar,  er nú flutt til flutt til í næsta mánað, november.

 

Sostatt verður ungdómsstevnan, Ung í Føroyum, fyri sjeyndu ferð í Norðurlandahúsinum vikuskiftið 15-17. november, siga fyrireikararnir.

 

Tá ber til hjá 60 ungum, sum eru fylt 13, men enn ikki 19 ár fyri 1. november, at taka lut í verksmiðjum, har tey fáa møguleika at arbeiða miðvíst við list og skapa síni egnu listaverk. Eisini kunnu tey vísa fram egin verk, bæði á stóra pallinum og á myndlistaframsýning.

Seks ymiskar verksmiðjum verða, har dugnalig listafólk úr Føroyum og útlondum verða leiðarar.

 

Sum nakað nýtt verður ein verksmiðja við “Luftdansi og Akrobatikki”, har ein lærir at dansa í leysari luft í reipum og stoffi. Írski dansarin Lee Clayden verður verksmiðjuleiðari. Hann høvdu føroyingar møguleika at síggja í sýningini “Chatch me”, sum bólkur hansara, “Fidget Fight” spældi fyri fullum húsum í Norðurlandahúsinum í apríl.

“Installatiónir og uppfinningar” eitur ein verksmiðja, sum í ár eisini verður á fyrsta sinni. Tað snýr seg um fantastiskar og listarligar uppfinningar og listamaðurin Brandur Patursson kemur at leggja lag á. Brandur hevur fingist við list síðani hann var blaðungur og hevur arbeitt við sera nógum greinum innan listina.

Tónleikaverksmiðjuna, har tey fara at skriva nýggj løg, stendur Dánjal á Neystabø fyri. Dánjal er bæði tónleikari, sjónleikari og lagasmiðjur.

Verksmiðjan “Sjónleikur og Frásøgn”, har serligur dentur verður lagdur á frásøgnini í sjónleiki, er undir leiðsu av sjónleikakvinnuni Gunnvá Zachariassen, sum vit kenna frá stórum uppsetingum á Tjóðpallinum og nýskapandi leikbólkinum Tvazz.

Í verksmiðjuni “Búnar”, ið fevnir um búnar til leikir og alt útyvir tað vanliga, verður Anna Kristin Bech, ið er útbúgvin sniðgevi og hevur arbeitt nógv við at gera búnar til pallbrúk, leiðari.

Í verksmiðjuni “Myndlist – Teknisøgur” kemur finska teknisøgulistakvinnan Eeva Meltio at vísa, hvussu tú sigur frá søgum við myndum.

 

Stevnan er fyri øll ung, roynd sum óroynd, ið hava áhuga fyri mentan og list og verksmiðjurnar eru á høgum stigi, og øll kunnu læra nakað nýtt og spennandi.

 

Tað er neyðugt at melda til, men av tí, at tað plaga at vera fullteknað, fáa tey fyrimun, ið antin hava eitt listaverk at sýna fram ella sum hava okkurt, tey kunnu framføra á palli, siga fyrireikararnir.