Klaksvík: Meðan stórur av landinum hevur upplivað vøkstur í fólkatalinum, er næststørsti býurin í landinum tódnaður eitt sindur higartil í ár.
Eitt hálvt prosent færri av fólki býr nú í Klaksvík, í tølum er tað ein afturgongd upp á 26 fólk fyrstu sjey mánaðirnar í ár.
Hetta er ikki nakað, sum loypir kvøkk á borgarstjóran í Klaksvík.
? Tey, sum eru flutt úr Klaksvík higartil í ár, eru serliga útlendingar og ein stórt tal av ungfólkum, sum fara av landinum at lesa, sigur Steinbjørn Jacobsen.
? Her er ikki talan um familjur, sum rýma úr býnum, men meira um fólk, sum fara burtur í lestrarørindum, og ein stórur partur av teimum kemur vónandi aftur til Klaksvíkar, sigur hann.
Minkingin
31. juli í ár var fólkatalið í Klaksvík 4.754, og tað var 26 fólk færri, enn tá árið byrjaði.
Í hesum tíðarskeiðinum eru 77 fólk flutt úr Klaksvík til útlandið, meðan góð 40 eru flutt til aðra kommunu í Føroyum.
Sama tíðarskeið eru 58 fólk flutt til Klaksvíkar úr útlandinum og 30 úr øðrum kommunum í landinum. Hetta hevur tó samanlagt við sær, at fólkatalið í Klaksvík er minkað við 26 fólkum.
? Eg stúri ikki so nógv fyri hesum tølunum, tí hetta er vanlig flyting. Ungfólk skulu hava útbúgving, og útlendingar hava ikki fingið sær fastan bústað í Klaksvík. Vit skulu bara syrgja fyri at hava umstøður, so fólk koma aftur til Klaksvíkar at búgva, tá tey hava fingið útbúgving, sigur Steinbjørn Jacobsen.
? Vit hava framvegis burðaravlop, og talið á umsóknum um grundstykki og ansingarpláss veksur, so hetta er ein livandi býur.
Ikki sama støði enn
Fólkatalið í Klaksvík var í áttatiárunum omanfyri 5000 fólk, men tað fann sær ongantíð fasta legu har.
Við árslok í 1989 búðu 4.9991 fólk í Klaksvík, men næstu árini fór fólkatalið at minka, soleiðis sum tað gjørdi í øllum landinum.
Í 1995 var fólkatalið í Klaksvík komið niður á 4.500 fólk, og tað er ongantíð komið upp aftur á tað, sum tað var áðrenn kreppuárini.
Við ársbyrjan í ár búðu 4.780 fólk í Klaksvík, og hósat fólkatalið í Klaksvík frá 1995 til 2001 er vaksið við 5,6 prosentum, so er talan um ein afturgongd upp á 240 fólk síðani 1989.