Ungfólk syngja seg á tindin

Ársins Songrødd hevur seinastu 20 árini verið fastur partur av føroyska tónleikalívinum, og nógvir kendir sangarar eru fyrstu ferð komnir fram í hesi kapping. Nú kann enn ein ung ? og enn ókend ? songkvinna kalla seg Ársins Songrødd

Eyðun Klakstein
???????????????
Seinastu árini hava sangkappingar fyri opnum skermi verið nakað av tí populerasta, sum danskt sjónvarp hevur kunnað bjóðað sínum hyggjarum. Føroyingar hava eisini verið bitnir av hesum kappingum, tí sangarar úr Føroyum hava verið við í teimum og staðið seg væl.
Men føroyingar hava eisini í nógv ár gingið upp í eina aðra ? og meira lokala ? sangkapping. Tað er kappingin Ársins Songrødd, sum einaferð í tíðini eisini varð kallað Ársins Songlerkur.
Kappingin er í grundini einføld. Ein og hvør kann tekna seg til kappingina, og so ræður tað um at sannføra eitt dómarapanel um, at tú ert besti sangarin, tá ið kendir sangir úr útheiminum skulu syngjast live.
Stór hending
Upprunin til Ársins Songrødd er at finna afturi í áttatiárunum, og tað var tað mest sum ein stórhending í føroyskum tónleikalívi, tá ið kappingin fyrstu árini varð á skránni.
Presto Booking, sum Hans Christian Joensen og Jan Rubeksen stóðu fyri, tók stig til kappingina mitt í 80'unum, og ætlaninar vóru stórar frá byrjan. Fyrsti vinnarin av kappingini gav eina lp-plátu út, og ætlanin var eisini, at lokalu vinnararnir skuldu vera saman um eina plátu, men hon kom ongantíð.
Seinni tók Farcon, har Páll Arge var ein av høvuðsmonnunum, yvir og hevði kappingina í nógv ár, men nú eru tað heilt aðrir fyrireikarar av kappingini.
Tíðarinnar tonn kann verða eirindaleys, og hon hevur kanska eisini tikið eitt sindur av glansinum av Ársins Songrødd kappingini, men framvegis er áhugin fyri at vera við í hesi kapping sera stórur.
Ungfólk eru við
Tað eru serliga ungfólk ? ofta blaðung fólk ? sum eru við í kappingini, men tað kemur meira enn so fyri, at meira royndir sangarar royna seg, og í ár hevur undirtøkan millum dreingirnar verið størri enn vanligt.
Tað eru nógvir kendir vinnarar av Ársins Songrødd gjøgnum tíðina, og tað hevur víst seg, at fleir av okkara kendu sangarum eru fyrstu ferð komnir fram í hesi kapping. Eingin kendi nakað til Eivør Pálsdóttir, tá ið hon vann Ársins Songrødd, og tað sama var við Guðruni Sólju Jacobsen. Harafturat hava nógvir aðrir kendir og minni kendir sangarar verið við og vunnið, og tað eru ivaleyst eisini onkur fólk, sum angrað seg grønan av at hava bjóða seg fram...
Ársins kapping
Kappingin í ár endaði seinasta leygarkvøld við eini finalu í Badmintonhøllini í Havn, og har var ein ung ? og enn ókend ? songkvinna vinnari. Tað var Barbara Abrahamsen á Argjum, sum dómararnir tóku fram um øll hini, sum sungu í finaluni.
Ársins kapping byrjaði 17. apríl, tá ið fyrsta av fimm innleiðandi umførum hildið í ítróttarhøllini á Kambsdali, og síðani hevur Songrøddin verið í Trongisvági, í Havn og í Fuglafirði. Kappingin kemur ikki so víða, sum hon gjørdi onkuntíð fyrr, men har, hon hevur verið, hevur áhugin fyri at verða við verið stórur.
10 finalistar vóru við í finaluni farna vikuskiftið, og vinnarin fekk ikki bert heiðurin at kunna kalla seg Ársins Songrødd, men eisini 10.000 krónur burtur úr.
Tey, sum sungu í finaluni, vóru: Lív Næs og Nicolina Midjord, Ólavur Larsen, Jenny Old, Eyðstein Jacobsen, Birita Bisp & Co, Bára S. Samuelsen, N. Barbara Abrahamsen, Kristleyg Hansen, Gudney Rasmussen og Jógvan Joensen
Umframt hesar sangarar hava eisini eini 40 onnur fólk verið á pallinum og sungið í teimum innleiðandi kappingunum, men tey komu ikki við til finaluna.
Í ár var skipanin tann, at fólk hava kunna valt meira ella minni frítt millum allar sangar, sum hugsast kunnu. Onnur ár hava fyrireikararnir avmarkað valið til nakrar ávísar sangir, og tá hevur ein keðilig avleiðing verið, at nógv hava sungið somu sangir.
Hesum slapst undan í ár, tí sangirnir í finaluni eru sera ymiskir, og gjørdi ikki undirhaldið, men kanska var tað eisini truplari at døma, tí tað var ikki líka lætt at samanlíkna teir ymsu sangararnar.
Nú kann enn ein ung songkvinna kalla seg Ársins Songrødd, og tíðin fer at vísa, hvat hon kann fáa burtur úr hesum.