Tað vísir donsk kanning av sama slagi, sum Fyribyrgingarráðið nú er farið at skipa fyri í Føroyum Beint fyri jól bjóðaði Fyribyrgingarráðið til tíðindafund, har boðað varð frá, at skjøtil nú bleiv settur á kanningina MARK, sum stendur fyri Motión, Alkohol, Royking og Kostur. Hetta er júst sama kanning, sum hevur verið framd í Danmark í eina tíð.
Og fyrstu úrslitini í donsku kanningini siga, at heili 48% av ungu monnunum millum 18 og 24 ár hava lágt kondital.
Og soleiðis er skilið um tað heila. Fyribils tøl siga, at 35% av monnunum og 43% av kvinnunum hava lágt kondital, ella við øðrum orðum ringa konditión.
Ringast sær út hjá kvinnum omanfyri 65, har heili 54% eru í ringari konditión.
Undanfarnar kanningar benda á, at konditalið fyri 40-50 ára gomul er fallið 20% seinastu 20 árini. Tað bendir á, at tað er eitt vaksandi tal av dønum, sum ikki røra seg nóg mikið og sum eru ov tjúkkir.
Mett verður, at millum 30 og 40% av dønum í 40-50 ára aldrinum hava eitt so lágt kondital, at teir eru í munandi størri vanda fyri at gerast sjúkir ella enntá at doyggja, vísir kanningin.
Í Føroyum er talan um fyrstu kanning av sínum slag, og hon er ikki veruliga farin í gongd enn.