Ungir føroyingar royna seg

Fleiri ungir føroyskir fótbóltsspælarar royna seg í løtuni í útlendskum feløgum. Onkrir spælarar hava verið avstað. Rógvi Holm úr AB hevur vant í Tottenham í eina viku, og hann skal møguliga til annað enskt felag at royna seg eisini. Christian Høgni Jacobsen og málmaðurin Gunnar Nielsen hava roynt seg í Milton Keyes, og Adrian Cieslewicz hevur verið í Manchester City. Seinni í hesi vikuni fer Kristoffur Jakobsen til FC Keypmannahavn at venja eina tíð. Aðrir spælarar skulu eisini royna seg uttanlands í ár.