Í gjár var MEGD á fundi í Helsinki saman við ungdómsfeløgum í Norðurlondum. Úr Føroyum vóru umboð frá Sinnisbata og ADHD-felagnum. Endamálið við fundinum var at seta orð á, hvussu luttøka av ungum, ið bera brek, kann verða styrkt og rødd teirra hoyrd.
Dagurin, sum NVC og finska fólkaheilsuráðið skipaðu fyri, bygdi á tey 17 heimsmálini fyri 2030. Í fimm av teimum 17 heimsmálunum er brekøkið beinleiðis nevnt.
Sambært MEGD varð á fundinum í gjár tosað um, hvussu ungdómsfeløgini arbeiða, hvussu tey eru fíggjað, hvørji mál hava serligan týdning, og hvussu feløgini arbeiða fyri at fáa rødd teirra hoyrda.
Tey føroysku ungu orð á evni, ið hava týdning fyri tey. Tey løgdu eitt nú dent á het
- Tey, ið eru eldri, hava trupult við at skilja ung, tí tey kenna ikki, hvat rørir seg í unga hugaheiminum og í gerandisdegnum.
- Tað hevur týdning, at ung tosa saman, tí tey hava ofta nógv til felags og somu avbjóðingar.
- Fíggjarligar avbjóðingarnar í feløgunum er felags fyri fleiri. Summi eru fíggjað á fíggjarlógini og við limaskapi, men fígging til stór tiltøk, til verkætlanir og kampagnur eru truplar.
- Tað er torført at varðveita sjálvboðin í uppgávuni í longri tíð. Neyðugt er at hugsa um, at hesi ikki brenna út.
- Vælferðartænasturnar í Norðurlondum líkjast, men hildið var t.d., at í Finlandi eru veitingar meira savnaðar, og tí er einfaldari hjá ungum at kenna rættin til veitingar og at fáa tær.
- Hugtøkini á brekøkinum eru flótandi, og øll eru ikki samd um, hvussu orðingar skulu brúkast.
- Í Føroyum er tað ov long bíðitíð fyri at verða útgreinaður.
- Tað kann vera trupult at fáa fólk at skilja ymisku avbjóðingarnar.
##med2##