Ungir menn hava sín egna skipsportal

Teir eru 13, 14 og 16 ára gamlir, men hetta hevur ikki hildið teimum aftur í at gera sín egna skipsportal, sum nú er almennur - Vit eru tríggir vinmenn og grannar, sum fingu eitt hugskot, og tá ið vit fáa eitt hugskot, plaga vit at føra tað út í lívið. Soleiðs er eisini við portalinum skipini.com, sum vit hava gjørt. Vit hava funnið upp á hetta sjálvir, og vit hava skipað portalin sjálvir.

Tað siga teir tríggir Kiran Jóanesarson (16), Bárður Michaelsen (14) og Sverri Egholm (13).

- Á portalinum hava vit tíðindir, sum vit í fyrsta lagi finna í øðrum fjølmiðlum. Vit skriva burtur úr hesum og uppgeva kelduna. Fólk eru eisini vælkomin at ringja ella meyla tíðindi til okkara, og telefonnumrini og e-postadressur eru at finna á portalinum.

Hin einasti av hesum trimum ungu monnunum, sum hevur beinleiðis tilknýti til sjóvinnuna um pápan, er Kiran, sum er sonur Andras Jóanesarson.

- Pápi mín er reiðari, og pápabeiggjar mínir hava bæði farmaskip og línuskip, sigur hann.

Onkur í familjuni hjá Bárði er eisini siglandi.

Sum skilst, er tað serliga 13 ára gamli Sverri Egholm, sum er teknikarin aftanfyri nýggja portalin.

Teir tríggir hava býtt uppgávurnar upp soleiðis, at onkur hevur ábyrgdina av skrivingini, og onkur annar hevur ábyrgdina av ávísum skipabólkum.

Teir bjóða seg eisini fram við sølu av myndum og lýsingum á portalinum www.skipini.com