Ungir og uppfinnsamir Humble Cry

Ungu menninir í Humble Cry høvdu eina áhugaverda og uppfinnsama konsert á innipallinum í Kelduni.
Fyrstir at framføra leygardagin vóru nakrir ungir mans úr Meinigheitshúsinum í Havn. Bólkurin Humble Cry var stovnaður í samband við HMU-konsertina í mars, og hatta var teirra næsta framførsla.

Tað var popputur rokkur, sum onkuntíð varð meira melankolskur og dapur. Teir byrjaðu eitt sindur trilvandi, men mentu seg sum konsertin leið.

Humble Cry er ein nýggjur og rættiliga ungur bólkur, og teir spæla eitt sindur óruddiligt og rótut.

Forsangarin legði fyri við at siga ?Vit fara at hava eina eitt sindur snediga konsert?. Og har vóru onkur heldur annarleiðis ting við. Á pallinum stóð ein hvítur krossur. Tríggjar gentur í hvítum fóru ímillum fólkini at savna bønarevni inn á gulum lepum, og so vórðu hesir klistraðir uppá krossin. Genturnar lógu so á knæ og bóðu fyri hesum alla konsertina.

Allir sangirnir uttan ein vóru á enskum. Tekstirnir vóru á til tíðir nokkso undarligum enskum. Tað snúði seg um trupulleikar og tankar, sum tanáringar hava, serliga um tað at vera kristin.

Gittarin var allatíðina fremst í ljóðmyndini. Í sanginum ?Black Holes Holy? sang gittarspælarin Sámal Jákup við hásari rokkrødd. Hetta var nokk besti sangurin. Í endanum spældi hann eisini blokkfloytu afturvið melankolska rokkinum. Og í seinasta sanginum var tað sum at hoyra Faith No More við ?Easy?. Fjølbroytt.

 

Tað var ikki polerað spæl, men tað var fjølbroytt og uppfinnsamt, og tað menti seg til eina spennandi og annarleiðis konsert. Um teir halda seg til, kunnu teir uttan iva blíva heilt góðir.

 

 

 

Oddur á Lakjuni