Unglingar klárir til hálvfinalur

Unglingarnir eru nú eisini klárir at spæla hálvfinalur í steypakappingini. Hjá unglingum verður bert ein hálvfinala spæld, og lutakast ger av, hvør skal hava heimavøll.
Í aðrari hálvfinaluni, sum verður spæld nú fríggjakvøldið, hittast KÍ og NSÍ í Klaksvík. Jón Sigurð Gleðisheygg skal døma dystin.
Í hinari hálvfinaluni skulu ÍF og HB spæla. Dysturin verður í Fuglafirði tann 24. mai, og tá fer Jóannes Mikkelsen at passa floytuna.Finalan í steypakappingini hjá unglingum verður mikukvøldið 28. juni.