Unglingi skuldsettur fyri skottilburðin á Argjum

Barnaverndin er komin upp í málið

Løgreglan sigur við in.fo í dag, at ein unglingi er skuldsettur fyri skottilburðin á Argjum í gjár um 11 tíðina. Løgreglan veit enn ikki, hví skottilburðurin fór fram, og kann ikki fara í smálutir í málinum, meðan kanningararbeiði fer fram.

 

 

 

 

Men vakthavandi á løgreglustøðini sigur nú, at ein unglingi undir 18 ár er skuldsettur, tó ikki varðhaldsfongslaður enn. Kanningardeildin hjá løgregluni hevur málið um hendi nú. Løgreglan hevur funnið vápnið, sum eftir øllum at døma varð nýtt í hendingini.

 

 

 

Les eisini: Skottilburður á Argjum

 

 

 

Barnaverndin er drigin upp í málið, sigur vakthavandi á løgreglustøðini. Unglingin noktar seg sekan.