Tað var fyritøkan Beak, sum heldur til í Oyrahandlinum á Toftum, ið vann Creative Business Cup Føroyar 2015. Beak fluttu inn í Oyrahandilin í summar.
Teir tríggir ungu mennirnir aftanfyri Beak eru Pól Andrias Larsen, Levi á Torkilsheyggi og Virgar Poulsen. Teir kennast væl og hava allir lisið í Aarhus, men eru fluttir heim til Føroya í summar.
Á sumri 2013 byrju teir at menna appir, heimasíður og annað, og tað er framvegis hetta, sum felagið Beak arbeiðir mest við.
Seinastu fimm árini hava teir verið í Danmark og útbúgvið seg innan sniðgeving, forritan og KT. Pól Andrias hevur lokið multimediedesign útbúgving, Levi er útbúgvin bachelor í IT-Produktdesign, og Virgar hevur útbúgving í Computer Science.
Tað var talgilda dagsskráin og samskiftisamboðið ClearComm, sum var orsøkin til, at Beak gjørdist vinnari av Creative Business Føroyar 2015. ClearComm er amboð til tey, ið hava autismu.
Við at brúka eina myndadagsskrá kunnu foreldur og hjálparfólk leggja aktivitetir til rættis fyri dagin hjá brúkara og lættliga leggja fleiri dagar ella vikur tilrættis. Talan er um eina skúlaverkætlan, sum við sera góðum royndum verður nýtt á einum heimi fyri autistar í Klaksvík.
Borgarstjórin í Nes kommunu og skrivarin í kommununi, Jóhannus Danielsen og Marjun Gaard, hava vitjað Beak í Oyrahandlinum á Toftum.
- Tað vóru 10 íverksetarar, sum kappaðust um vinna kappingina í síðstu viku. Vinnarin verður við í einari altjóðari finalu í Keypmannahavn í døgunum 17.-18. november.
Á vitjanini í Oyrahandlinum ynksti borgarstjórin, Jóhannus Danielsen, Beak vælkomnum til Nes kommunu, og hann ynsktu teimum eisini tillukku við flotta úrslitinum og góða eydnu í Keypamannahavn.