Visti tú ikki betur, so hevði tú ikki billað tær annað inn, enn at málverjin hjá GÍ og miðvallarin ytst í vinstra borði vóru millum mest royndu spælararnar hjá GÍ. Hvørki Sunvard Joensen ella Súni Olsen tóktust nakað sum helst nervaðir av, at hetta var fyrsta ferðin, at teir vóru í altjóða fótbólti í 1. deild.
Aftaná helt Sunvard Joensen, at tað hevði gingið væl, og tað fegnaðist hann sjálvsagt yvir:
? Tað hevur ikki gingið nakað serligt í teimum báðu síðstu landskappingardystunum móti NSÍ og serliga móti B68, men í kvøld gekk væl betri. Eg kom við í spælið beinanvegin, og eg haldi ikki, at teir vóru nakað serliga góðir í royndunum móti málinum. Sum oftast raktu teir beint á meg, staðfesti nýggi landsliðsmálverjin, ið sá dystin sum eina kærkomna undanroynd, áðrenn hann í næstu viku skal við landsliðnum niður til Bosnia.
Royndi eftir málinum
Tað vóru fleiri, sum hildu, at Súni Olsen royndi at leggja innfyri, tá hann skoraði til 1-0, men tað vildi 17 ára gamli unglingin ikki hoyra talan um:
? Tað var so snøgt við tí, har var eingin í gulari troyggju inni fyri málinum, so har var einki annað at gera, enn at royna móti málinum, og tað var sera heppið, at bólturin dalaði niður við tvørtrænum og stólpanum og í málið.
Tað var eisini Súni Olsen, ið miðskeiðis í 2. hálvleiki fekk brotssparkið, sum mammubeiggin, Henning Jarnskor, misnýtti. Hann tamdi væl, potaði bóltin framvið verjuspælaranum, og var heilt greiðir yvir, at dragingin fór at bera brotsspark við sær.
Tað var eyðsýnt, at Súni Olsen, sum hevur spælt eina rúgvu av dystum á U-16 landsliðnum, ongar trupulleikar hevði av váta undirlagnum:
? Teir vóru skjótir eina løtu, tá eg eisini kendi størri trýst á mær í móttøkuni av bóltinum, men sum heild haldi eg ikki, at teir vóru nógv skjótari enn vit, metti nýggja stjørnuskotið hjá GÍ.
Mistu ov skjótt
Liðformaðurin Magni Jarnskor og landsliðsfelagin hjá honum, Sámal Joesen, vóru ikki so imponeraðir av mótstøðuni:
? Vit megnaðu at renna um kapp við nógvar av teimum, og serliga fyrstu løtuna í 1. hálvleiki og fyrrapartin av 2. hgálvleki megnaðu vit at taka lut í spælinum. Men vit gera ov nógv mistøk í ikki serliga trongdum støðum, og tað kostar nógv, staðfestu teir og iðraðu seg um, at tað ikki eydnaðist at røkka javnleikinum. Tað gjørdi GÍ formaðurin, Jógvan Gregersen, eisini. Onkur helt fyri, at nú ráddi bara um at vinna 3-0 á útivølli, men tað var nú meiri í skemti.
Johan Nielsen, GÍ venjarin, helt ikki, at mótstøðuliðið hevði foldað seg so nógv út, sum hann hevði roknað við frammanundan.
? Tað sást, at teir eru góðir spælarar, men eg hevði nú roknað við, at teir fóru at vísa eitt betri avrik, enn teir gjørdu. Teir síggja hetta ivaleyst sum fyrra helming av einari kapping fyri at sleppa víðari, og tí løgdu teir ikki meiri fyri, enn tað var neyðugt. Men tað verður ivaleyst torført hjá okkum, tá vit koma niður á teirra heimavøll, helt venjarin fyri, og tað tóktist ikki, sum um heimurin var farin í smildur fyri honum hóast tapið.
? Eg eri nøgdur við, at okkara menn gjørdu tað, sum teir kundu fyri at fáa eitt so gott úrslit, sum tað bar til at fáa.