Í fleiri enn 400 ár hevur Dalsgarður verið partur av Dalsgaard-familjuni í Skálavík og telist sostatt millum elstu og størstu garðar í landinum við 500 áseyðum.
Men nú er festið til garðin lýst til sølu.
Tað eru fleiri grundir til tað, fortelur Torkil Dalsgaard, sum í 2016 tók við festinum sum nummar 15 í røðini av festarum í familjuni.
– Tað eru fleiri orsøkir til tað. Men størsta orsøkin er, at vit arbeiða undir einari høpisleysari almennari festisskipan, sum burdi verið avtikin fyri 300 árum síðani, sigur Torkil Dalsgaard.
Hann vísir á, at trupulleikin er, at man sum festari sjálvur má standa fyri rakstrinum og viðlíkahaldinum av bygningunum, hóast teir formelt eru almennar ognir.
– Við festinum fylgja nakrir bygningar. Men teir standa bara og forfella. Tað gevur ikki meining, at vit sum privatpersónar skulu seta okkum sjálvar og alt okkara í veð, fyri at uppihalda ognum, sum vit í síðsta enda onki eiga í, sigur 35 ára gamli bóndin.
– Hendan skipanin er ótíðarhóskandi, sigur hann.
##med2##
Hvørja loysn sært tú so fyri tær í staðin?
– Um landið skal eiga tað, so má landið taka kostnaðin av bygningunum. Í øllum førum geva sítt íkast til tað. Og um man ikki vil tað, so má man finna útav einari aðrari loysn. Til dømis at selja bygningarnar, so teir kunnu roknast sum fastogn. So hevði tað givið meining fyri okkum at sett íløgur í bygningarnar, sigur Torkil Dalsgaard.
– Eg havi í 7 ár roynt at funnið eina fornuftiga loysn við Búnaðarstovuni, tí nógvir bygningar á garðinum ikki lúka dagsins standardir. Teir eru ómodernaðir og í ringum standi. Men tað er ikki bara sum at siga tað, tí tað kostar nógv.
– Eg meti tað vera óforsvarligt, at eg skal brúka milliónir uppá bygningar, sum eg í prinsippinum ikki eigi nakað í.
Á Dalsgarði framleiða tey seyðakjøt og neytakjøt, og fáast generelt við góðskan av føroyskum matvørum so sum skinku og rullupylsu.
– Um eg bæði skal liva av virkseminum á garðinum og hava pengar eftir til at investera í bygningar og tað, sum hoyrir til garðin, so krevur tað, at eg má hava arbeiði við síðuna av. Men so er tað ikki landbúnaður longur. So er tað jú bara hobby-landbúnaður. Er tað tað, vit vilja við landbúnaðinum í Føroyum? spyr hann.
– Vit yngra ættarliðið hava eina visión og nakrar dreymar um at føra ein landbúnað, sum gevur meining fyri bæði land og fólk. Men har er einki at heinta í erva. Har er eingin politisk visión.
– Eg haldi, at politiska skipanin má gera upp við seg sjálva, um man vil halda fram við hesi aldargomlu skipan, ella um man vil geva landbúnaðinum betri sømdir, so tað lønar seg hjá teimum, ið velja hetta lívsstarv.
Har er eisini ein onnur orsøk til, at hann ikki tímir meira.
– Í lokalsamfelagnum havi eg ikki fingið góðar sømdir. Tað hevur frá fyrsta degi ikki verið nøkur vælvild frá kommununi. Tað hevur eisini gjørt tað ringt, sigur Torkil Dalsgaard.
– Sorgblítt og hart
Tað er við ringum tannabiti, at Torkil Dalsgaard nú hevur lýst festibrævið til sølu, tí garðurin hevur nógv at siga fyri familjuna.
– Tað er heilt øgiliga sorgblítt. Og tað er sjálvandi hart. Tað eru jú eini 500 ár av søgu, sum nú kvettast av. Men eg havi eitt lív framman fyri mær, og eg má viga tað meira enn at standa í nøkrum, sum egentliga ikki er forsvarligt, sigur hann.
– Vit fáa illa nakran rakstur at bera við teimum treytum, sum eru nú. Tí havi eg nú blakað handklæðið í ringin.
Vit høvdu fegin viljað hoyrt frá bæði Búnaðarstovuni og umboði frá politisku skipanini. Men tíðin var ikki til tað áðrenn prentstart til hetta blaðið.