Ungur drongur í stolnum bili

Í gjár legði løgreglan í Havn merki til ein bil, sum kom koyrandi, men har tey hildu, at bilførarin sá nakað ungur út.

Tey steðgaðu bilinum og tað vísti seg eisini, at hann hevði ikki aldur at koyra bil og sostatt hevði hann heldur onki koyrikort.

Harafturat hevði hann stolið bilin, so hann hoyrir aftur frá løgregluni.

Løgreglan tók eisini ein bilførara, sum er skuldsettur fyri at koyra við kenning.

Seinnapartin í gjár varð boðað frá eldi í eini garasju í Vágum.

Men tá ið málið varð kannað, vísti tað seg tíbetur, at talan var ikki um eld. Tvørtur ímóti var talan um, at kassa við lívrunnum tilfari, sum ylur var komin í

Annars hevur verið stak friðarligir, men tveir mans eru tiknir fyri ólátaðan atburð. Tann eini fær eina bót fyri at bróta politiviðtøkurnar, men hin slapp ikki so væl, tí hann varð tikin á støðina og skal helst fyri rættin