Fótbóltur
Manchester United vann seinnu hálvfinaluna í Liga Cup kappingini 4-2. Derby vann fyrra dystin 1-0, og gjørdist tí talan um ein samlaðan 4-3 sigur til Manchester United. Støðan í hálvleikinum var 3-0 til Manchester United, sum skoraði trý mál innan 18 minuttir. Nani, John O´Shea og Carlos Tevez syrgdu fyri tryggu leiðsluni.
Í 2. hálvleiki kom spenningur aftur í dystin. Paul Green var feldur í brotsteiginum hjá United, og dómarin var ivaleysur og dømdi brotsspark til Derby. Giles Barnes setti brotssparkið í netið, og Derby hevði aftur ein møguleika í eygsjón. Tað sá út til, at Christiano Ronaldo drap spenningin tá hann økti til 4-1 við einum brotssparki. Men Derby gav ikki upp. Giles Barnes skeyt eitt fríspark hegnisliga í netið, og spenningur kom aftur í dystin. Fleiri mál komu ikki, og Manchester United skal enn einaferð til Wembley. Alex Ferguson valdi at geva fleiri eykamonnum møguleikan, og sigast má, at teir tóku av møguleikanum við at spæla Manchester United í finaluna.
Tottenham er næstan har
Í annaðkvøld tekur Burnley ímóti Tottenham í hinari hálvfinaluni. Tottenham førir 4-1 frá fyrru hálvfinaluni, og krevur tað eitt stórt undur, um Burnley skal vinna seg í finaluni. Øll tekin eru um, at finalan verður ein klassikari millum Tottenham og Manchester United.