Sjey áttandapartsfinalur í FA Cup steypakappingini í Onglandi eru leiktir hetta vikuskiftið.
Í dag vann Tottenham á útivøll greiðan 3-0 sigur á Fulham á útivølli. Manchester United mátti arbeiða hart fyri einum 2-1 sigri á Blackburn Rovers á útivølli. Zlatan Ibrahimovic kom inn í seinna hálvleiki, og tryggjaði United sigurin, og harvið luttøku til fjórðingsfinaluna.
Ígjár vann Chelsea 2-0 á Wolverhampton á útivølli. Huddersfield og Manchester City spældu javnleik 0-0, og tí verður umdystur á Etihad leikvøllinum í Manchester. Millwall vann 1-0 á Leicester, og Middlesbrough vann 3-2 á Oxford. Fimtideildarliðið Lincoln City vann senasjonelt á Premier League felagnum, Burnley, og er fyrsta "Non League" liðið í 103 ár, sum vinnur seg í FA Cup fjórðingsfinaluna. Í annaðkvøld tekur Sutton United ímóti Arsenal.
Í kvøld er drigið til fjórðingsfinalurnar. Og lagt er upp til stórmøti, tí Chelsea tekur ímóti Manchester United á Stamford Bridge leikvøllinum í London.
Lutakastið til fjórðingsfinalurnar sær soleiðis út:
- Chelsea – Manchester United
- Middlesbrough – Huddersfield Town ella Manchester City
- Tottenham – Millwall
- Sutton ella Arsenal – Lincoln City
Fjórðingsfinalurnar verða leiktar dagarnar 10. til 13. mars.