United Seafood keypir tvey skip aftrat

- Hóast skipini eru systurskip, er annað skipið longri enn hitt. Tey eru kortini bygd eftir somu tekning, og tí hugsa vit um at leingja tann minna bátin, so báðir verða líka langir, sigur Jónsvein Knudsen, sum umsitir skiparaksturin fyri United Seafood

Fiskivinna

Tá ið United Seafood ella Føroya Fiskavirking keypti P/F Beta, fylgdu ísfiskaskipini, Bakur og Stelkur, við í keypinum. Aftrat hesum fylgdu eisini byggisáttmálarnir, sum P/F Beta hevur í Spaniu, við. Tey skipini verða ætlandi liðug í summar og fara tá at fiska undir Føroyum eins og Bakur og Stelkur, sum eru bygd á somu skipasmiðju í Spaniu.
Men P/F Beta átti tvey loyvir aftrat, sum eisini fylgdu við í keypinum hjá United Seafood, og soleiðis hevur felagið tvey loyvi, sum felagið ikki brúkar í løtuni.
Tað vóru upprunaliga átta kuba-trolarar, sum fóru úr flotanum og fyri hesi loyvi, kunnu tilsamans seks skip koma innaftur í flotan.
Nú fær United Seafood ætlandi tvey skip aftat teimum, sum felagið byggir í Spaniu.
Talan er um ein írskan og ein skotskan bát, sum eru lutfalsliga nýggj skip.
Jónsvein Knudsen, sum umsitir skipini fyri United Seafood, sigur, at hann ikki við vissu veit, um sáttmálarnir eru endaligir, men vísir á, at talan er um systurskip.
- Hóast skipini eru systurskip, er annað skipið longri enn hitt. Tey eru kortini bygd eftir somu tekning, og tí hugsa vit um at leingja tann minna bátin, so báðir verða líka langir.
Reiðarin sigur, at hetta eru góð skip, sum eru smíðað liðug í Skagen í Danmark, ávikavist í 1999 og 2000.
- Annar skrokkurin er smíðaður í Póllandi, og eg meini, at hin er smíðaður í Niðurlondum, sigur Jónsvein Knudsen.
Sosialurin royndi at fáa eina viðmerking frá Meinhardi Jacobsen, stjóra á United Seafood, men tað eydnaðist ikki, áðrenn blaðið fór til prentingar.