Verður handilin veruleiki, verður Cristiano Ronaldo dýrasti spælarin í fótbóltssøguni.
Longu í fjør summar var stór togan millum Real Madrid og Manchester United, har Alex Ferguson blankt noktaði fyri at selja spælaran.
Nú liggur kongaliga spanska felagið aftur framvið, og hesa ferð hevur Manchester Untied sagt ja. Á heimasíðuni hjá felagnum verður skrivað, at tey hava góðtikið eitt boð upp á £80.000.000, og at handilin væntandi er veruleiki seinast í hesum mánaðinum.
Fyrr í vikuni keypti Real Madrid brasilska Kaká fyri hálva milliard krónur.