Univice hevur keypt Awi Boats í Runavík

Maskinverkstaðurin Univice í Runavík hevur keypt báðar bygningarnar og alt konseptið hjá Awi Boats í Runavík, sum gjøgnum árini hevur bygt fleiri enn 300 glastrevjabátar

Seinni alibáturin, sum Awi Boats Service í Runavík bygdi og læt alifelagnum Marine Harvest tíðliga í summar, er seinasti báturin hjá hesum felag. Hetta var ein sonevndur service-bátur, sum alifelagið brúkar til eftirlit við aliringum, lættari uppgávur og viðlíkahald.

Univice keypt
Maskinverkstaðurin Univice í Runavík hevur nú keypt báðar bygningarnar og alt konseptið hjá Awi Boats.
Í eini tvey ár hevur maskinverkstaðurin, sum serliga veitir tænastur til virkir og skip, leigað niðara bygningin, sum Awi Boats átti í Runavík.
Hesin bygningur er umleið 500 fermetrar stórur og ovari bygningurin, sum er íbygdur, og har bátavirksemi hjá Awi Boats hevur verið, er 800 fermetrar stórur. Samlaða fermetratalið liggur tí um 1300 fermetrar.
Í fyrsta lagi fer keypið at geva Unicive nógv betri umstøður, umframt at felagið, um tað vísir seg at loysa seg, kann halda fram við einum ávísum bátavirksemi.

Kappingarførir bátar
Tíðliga í summar, tá Awi Boats Service læt Marine Harvest seinna alibátin, segði Aðalstein Anthoniussen, at alibátarnir væl og virðiliga eru kappingarførir í prísi við aðrar bátar av somu stødd.??
- Jú, vit hava merkt ein ávísan áhuga fyri hesum bátum millum onnur alifeløg eisini, og vit vóna, at bygging av alibátum til tænastuvirksemi hjá alifeløgunum kann gerast ein marknaður hjá okkum.??
Hann vísti á, at soleiðis, sum gongdin hevur verið hjá føroysku útróðrarvinnuni seinnu árini, er ikki líkt til, at eftirspurningurin eftir nýggjum útróðrarbátum fer at veksa nakað serligt aftur í bræði.??
- Vit hava bygt ein hóp av útróðrarbátum - í nógvum ymiskum støddum - gjøgnum árini, men í løtuni er líkt til, at stígur er í eftirspurninginum, segði Aðalstein Anthoniussen.??

Bátar til Grønlands
Men AWI Boats hevur ikki bara bygt útróðrarbátar til føroyskar útróðrarmenn. Longu í sjeytiárunum bygdi bátavirkið fleiri 23 fót stórar útróðrarbátar til Grønlands, og síðan í endanum av áttatiárunum hevur virkið bygt einar 40 útróðrarbátar til Grønlands.??