Unn stillar upp fyri Javnaðarflokkin

Unn Sørinardóttir Perdomo stillar upp fyri Javnaðarflokkin

Unn er ættað úr Nólsoy, men býr nú í Blómubrekku í Havn. Hon starvast dagliga sum byggifrøðingur hjá Tórshavnar kommunu. Hon er uppvaksin í Nólsoy, har hon m.a. leingi var ein av eldsálunum í kappróðrinum, m.a. róði hon við Tarvinum, fimmmannafarinum hjá nólsoyingum. Hon hevur luttikið nógv í felagslívinum í oynni og hevur sitið í ovastevnunevndini í fleiri ár. Eisini hevur hon eitt skiftið sitið í bygdarráðnum í Nólsoy.