Eitt hátrýst yvir Grønlandsfjørðinum til Jan Mayen fer í ein eystan og eitt lágtrýst sunnan fyri Ísland fer í ein landnyrðing og seinni í ein vestan beint sunnan fyri Ísland. Brúgvaløg haðani koma stundum inn yvir landið og køld luft streymar inn yvir Føroyar av eystri.
Veðrið í dag
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av eystri, 10 til 15 m/s, og møguliga harðar hvirlur. Skýggjað og ælaveður, lutvíst vátaslettingur ella kavi og hitin millum 2 og 5 stig. Í nátt øtlar hann vindin í strúk í vindi upp í skrið av eystri og landsynningi, 13 til 20 m/s, upp í hvassan storm í hvirlunum, um 25 m/s. Skýggjað og avfall, lutvíst vátaslettingur ella kavi og hitin millum 1 og 4 stig.
Í morgin
Strúkur í vindi upp í skrið av landsynningi, 13 til 20 m/s, í hvirlurnum upp í hvassan storm, 25 m/s, sum út á dagin makar í andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 8 til 13 m/s. Mest skýggjað og stundum regn ella ælaveður, lutvíst vátaslettingur og hitin millum 2 og 6 stig.
Skírisdagur
Gul til stívt andøvsgul av landsynningi og eystri, 5 til 10 m/s, í støðum upp í strúk í vindi, 13 m/s. Ælaveður, lutvíst vátaslettingur, men onkrir sólglottar. Hitin millum 1 og 5 stig.
Langa fríggjadag
Gul til stívt andøvsgul av landsynningi og eystri, 5 til 10 m/s. Ælaveður, lutvíst vátaslettingur, men onkrir sólglottar. Hitin millum 3 og 5 stig, um náttina niður í 2 kuldastig.
Leygardagin og páskadag
Lot til andøvsgul av landsynningi og suðri, 3 til 8 m/s, sum seint sunnudagin øtlar í gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi, 5 til 10 m/s. Okkurt æl, lutvíst sum vátaslettingur ella kavi, men onkrir sólglottar. Hitin um dagin millum 2 og 5 stig, um náttina niður í 2 kuldastig.