Tað var stórur skelkur í politiska umhvørvinum í Danmark, tá ið veljarakanning hóskvøldið vísti, at danski javnaðarflokkurin hevur mist óvanliga nógvar veljarar síðani fólkatingsvalið í summar.Á valinum atkvøddu 25,3 prosent fyri javnaðarflokkinum, og í veljarakanningini hóskvøldið var undirtøkan 19,3 prosent.
So varð tosað og skrivað aftur og fram um, hvør orsøkin mundi vera. Javnaðarflokkurin hevur í fólkatinginum tikið undir við flóttafólkapolitikkinum hjá stjórnini, sum eitt nú arbeiðir við, at tað skal vera torførari at fáa uppihaldsloyvi í Danmark, og ábyrgdarfólk í flokkinum hava í tí sambandi funnist at nýggja formanninum, Mette Frederiksen, fyri at líkjast ov nógv vinstra flokkinum hjá Lars Løkke Rasmussen forsætismálaráðharra.
Fríggjadagin varð nýggj kanning kunngjørd, og hon vísti øðrvísi úrslit, enn fyrra kanningin. Nú vóru tað 24,5 prosent av veljarunum, sum søgdu seg at atkvøða fyri javnaðarflokkinum, um tað var val nú, og tá er afturgongdin so lítil, at hon verður søgd at vera innanfyri hagtalsligu óvissuna í slíkum kanningum.
Og nú verður viðgjørt, hvussu álítandi kanningarnar eru, og um mátan, sum tær eru gjørdar uppá. Fyrru kanningina gjørdi Megafon fyri Politiken og TV2, og seinnu kanningina gjørdi Green fyri Børsen.