Uppflytingin undir borðinum

Møguleiki er fyri, at B68 longu í morgin fer at tryggja sær pláss í Formula deildini næsta ár

Fótbóltur

 

22. umfar í næstbestu fótbóltsdeildini er á skránni í morgin, og tað er góður møguleiki fyri, at B68 longu nú fer at tryggja sær pláss í bestu deildini í 2008. Toftamenn fáa vitjan av TB, ið megnaði málleysan javnleik á Svangaskarði í 6. umfari, sum var á skránni 28. apríl.

Um tað aftur hesa ferð verður javnleikur, so fer B68 at hava tryggjað sær uppflytingina longu í morgin, hóast tað verða fimm umfør eftir at spæla.

ÍF er betri fyri í kappingini um næstfremsta plássið, enn FSV04 er tað. Hesi bæði eru tey einastu, sum saman við B68 eru møguligir uppflytarar. Fuglfirðingar fáa hesa ferð vitjan av grannunum í Leirvík, meðan FSV04, sum hevur havt tað rættuliga trupult seinastu ferðirnar, skal spæla í Klaksvík.

Rættiliga avgerandi fyri niðurflytingina verður úrslitið í Sørvági, har B36 fer at vitja. HB fer at vitja í Runavík. Vánirnar eru góðar fyri, at hesi bæði feløgini eisini næsta ár verða partar av 1. deild.