Nærum øll liðini í 2. deild, sum eisini hava lið í bestu deildini, høvdu styrkt seg við leikarum úr 1. deild. Soleiðis var eisini við teimum báðum liðunum, sum dystaðust í Serpigerði leygardagin. GÍ hevði Paula Jarnskor við á liðnum, meðan B36 hevði fingið sær sterka jugoslaviska verjuleikaran, Ninoslav Milenkovic, við á liðið.
Gøtumenn vildu vinna
Tað sást longu tíðliga í dystinum, at gøtumenn vóru nógv meiri uppsettir og vildu vinna dystin. GÍ-arnir vóru grammir eftir bóltinum alla tíðina, og teir vunnu eisini teir flestu nærdystirnar.
Tað vóru eisini vertirnir, sum løgdu seg á odda tíðliga í fyrra hálvleiki. Bólturin verður spældur fram eftir í høgru síðu hjá heimaliðnum. Hann endar hjá Hans Paula Petersen, sum fintar bæði ein verjuleikara og málverjan og setur bóltin í netið til 1-0.
Gestirnir úr B36 fullu tó ikki í fátt av hesum. Nakað seinni fingu teir javnað, tá ið Tórálvur Poulsen fekk eina stikning inn um verjuna hjá GÍ, og hann lyfti bóltin hegnisliga upp um málverjan hjá gøtumonnum til 1-1.
Eitt mál kom aftrat í fyrra hálvleiki, og tað vóru vertirnir, sum fingu tað málið. Ein miseydnað tvøravlevering á miðjum vølli frá einum B36-verjuleikara endar við, at GÍ fer í snarálop, og Heini Heinason gerst leysur og kann lættliga leggja heimaliðið á odda 2-1.
Sigurin ikki í vanda
Tað kom bert tað eina málið í seinna hálvleiki. Eisini hetta málið fingu gøtumenn. Ein B36-verjuleikari roynir at finta í sjálvari verjuni, men verður taklaður, og gøtumenn strúka avstað, og Petur Sjúrðaberg skorar til endaligu støðuna 3-1.
Sigurin hjá gøtumonnum var fult uppiborin. Teir sýndu nógv størri vilja til at vinna, og heimaliðið lat ongantíð B36-arnar sleppa at spæla sítt spæl. Gøtumenn vóru allatíðina á gestunum, og teir vunnu, sum áðurnevnt, allar nærdystirnar, umframt at teir eisini vóru vandamiklari, tá ið teir nærkaðust málinum hjá mótstøðuliðnum.