Upplýsir og leiðbeinir

Hjartafelagið er eitt áhugafelag, sum m. a. hevur til endamáls at upplýsa og leiðbeina um hjartasjúkur, og at eggja til fyribyrgingar av teimum við at stuðla og seta í verk heilsufremjandi uppalingarvirksemi.

At stuðla vísindaligari gransking av sjúkum í hjarta og blóðrenslið, atvoldum teirra, fyribyrging og viðgerð.

Nevndin í Hjartafelagnum eru hesi:

Ása Poulsen, formaður.

Leivur Johannesen, kassameistari

Sólva Dam, skrivari

Erik Norderø

Marita A. Magnussen

Lina Arge


Hjartafelagið hevur seinastu 10 árini havt tiltøk ymsastaðni í Føroyum, har hildið verður fyrilestrar og fólk fáa høvi til at blíva kannað.

Ígjøgnum árini eru savnaðar fleiri túsund mátingar av blóðtrýsti, kolesterolvirði, blóðsukurvirði, hædd og vekt, og fólk hava svara spurningum um hvussu nógvar fiskadøgverðar tey eta um vikuna og um royking.