? Ja, tað haldi eg man má siga. Eg visti, at eg hevði havt framgongd í samlaða startinum, men eg hevði ikki roknað við at fáa heiðursmerki, tí tað eru sterkir menn, sum eru við.
Tað vóru fyrstu orðini hjá føroyska silvurvinnaranum Rógva Johansen, tá vit spurdu hann, um hetta var uppreisn fyri óhepna eink-ultstartin tveir dagar frammanundan.
Rógvi var besta vónin um føroyskt heiðursmerki tá, meðan tað fyrst og fremst var Bogi Kristiansen, sum vónirnar vórðu settar til í samlaða startinum ella landavegskoyringini, sum tað eisini verður rópt. Í staðin bleiv tað Rógvi, sum fekk silvurið og enntá var so sera nær við at fáa gull, tá samanumkom.
? Tað verður sum oftast so sera taktiskt til síðst, og tað blivu so eg og Andres Laug, sum kappaðust í endaspurtinum. Tá hálvur triði kilometur var eftir, royndi eg at sleppa frá honum, tí eg visti, at um eg skuldi vinna, mátti eg sleppa frá honum nakað áðrenn málið, men hann er so sera spurtsterkur og kom »upp á hjul« beinanvegin, greiddi Rógvi frá. Síðstu átta kilometrarnar vóru tað bert hann og sterki súkklarin av Saaremaa, tað stóð ímillum. Teir koyrdu væl saman og skiftust um at taka leiðsluna og harðasta stríðið, meðan teir fyrireikaðu seg upp á endaspurtin, teir vistu fór at koma.
Gott liðavrik
? Eg og Laug koyrdu væl saman, og Bogi, sum var stutt aftanfyri, hevur allarhelst eisini gjørt eitt gott arbeiði við at bremsa hinum í at koma fram at okkum aftur. Og tað skal eisini sigast, at vit koyrdu ónáttúrliga væl saman sum lið, og vit vóru allir alla tíðina við har frammi, sum tað hendi, segði Rógvi.
Nakað miðskeiðis í kappingini fór ein Saaremaa-maður - ikki Laug, men ein annar - frá hinum og var eitt skifti einar tveir minuttir framman fyri restina. Men hann bleiv tikin aftur.
? Ja, vit høvdu tamarhald á allatíðina. Tað var Laug, sum sendi hann avstað, og tað var týðiligt, at teir royndu at fáa okkum at fara eftir honum og sostatt møðast, men eingin fór, tí vit vistu, at vit fóru at taka hann aftur fyrr ella seinni, segði Rógvi.
So kom silvurið
Rógvi Johansen segði, at hann ongantíð fyrr hevur koyrt eina so flata rutu sum ta á Gotlandi týsdagin.
? Tað er næstan upplagt, at tað kemur eitt samlað felt á mál, men tað gjørdi tað so ikki, segði Rógvi, sum helt rutuna vera ov bleyta - hon var ikki nóg hørð, og tí var trupult at slíta seg leysan.
? Eg hevði væntað, at Bogi fór at gera okkurt í dag, men tað var eitt lottarí, tí allir lógu so tættir. Síðstu 20 kilometrarnar dugdi eg at síggja, at tað bleiv antin eg ella Bogi, sum skuldu fylgja Laug. Tað bleiv so eg, men hinir gjørdu eisini eitt frálíkt arbeiði, segði silvurvinnarin, áðrenn hann fór upp á sigurspallin at taka ímóti heiðursmerkinum - tveir dagar ov seint kanska, men væl uppiborið og ein stórur sigur fyri føroyska súkkling.