Uppruni menniskjunnar: Skapan ella menning

Uppruni

Ejvind Mouritsen


So leingi menniskjan hevur livað, hava vit gjørt okkum hugsanir um, hvussu vit eru vorðin til, og hvaðani vit eru komin. Tá ið eitt barn verður borið í heim, kallað vit tað eitt lívsins undur, men barnið er tó bert eitt avrit av foreldrunum. Ein nýggjur, sjálvstøðugur skapningur er komin í heimin, men hann er skaptur av nøkrum øðrum skapningum.
Men hvaðani kemur lívið? Hvussu er alt vorðið til? Og hvussu hevur tað broytt seg soleiðis, at vit nú á døgum búgva í einum heimi við hópin av ymiskum djórum og plantum? Í hesi greinarøð vilja vit royna at svara hesum spurningum.
Talan kann bert vera um eina roynd at svara spurningunum. Eingin av okkum var har, tá ið heimurin og lívið av fyrstantíð varð til. Møguleiki hevur ikki verið at eygleitt, hvussu djór og plantur eru vorðin so fjølbroytt. Heldur ikki er tað gjørligt at kanna heimsins og lívsins upp-runa á eini royndarstovu. Eingin kann tískil við fullari vissu siga, hvat er farið fram. Vit kunnu bert seta nakrar hugsanir upp og síðan kanna, um tað, vit síggja í náttúruni, samsvarar við okkara ástøði (modell).
Tekin uppá skapan-
Um tú eina løtu eygleiðir eitt ur, sært tú, hvussu vísarnir flyta seg við ymiskari ferð. Hóast tú ikki sært urverkið aftan fyri skivuna, so veitst tú, at tað er har. Tú veitst, at talan er um nógvar ymiskar stórar og smáar lutir, ið arbeiða saman og virka sum ein heild.
Tá ið tú sært urið, spyrt tú teg sjálvan: Hvussu er urið vorðið til? Hóast vit neyvan vita, hvussu urið virkar, ella hvør hevur gjørt urið, eru vit ikki í iva um, at urið ikki er vorðið til av sær sjálvum. Ein ursmiður hevur "designað" urið.
Urið er bert ein av mongum ymiskum lutum, sum menniskjan hevur "designað". Eingin er í iva, um at urið, teldan og bilurin eru gjørd av menniskjum. Hví eru vit ikki í iva? Tí vit við okkara viti skilja, at hesir lutir ikki eru vorðnir til av sær sjálvum.
Við útgangsdømi í hesum dømi eiga vit at granska náttúruna fyri at svara spurningunum. Er tað, vit síggja í náttúruni, vorðið til av sær sjálvum, ella stendur ein "urmakari" aftanfyri? Náttúran er hóast alt munandi meira komplicerað enn urið.
Menningarlæran Skapanarlæran
Menningarlæran greinar upprunan til allar skapningar grundað á eina "frumkyknu".

Tá ið vit eygleiða og gera royndir í náttúruni eiga vit at síggja trý fyribrigdi:
1) Eina samanhangandi ketu av dýrum, ið greitt boðar frá eini líðandi menning aftur til eina "frumkyknu".
2) Í náttúrini eiga vit harumframt at finna ein mekan-ismu, ið ger broytingar frá einum dýraslagi til eitt annað dýraslag.

Um bert eitt av hesum báðum fyribrigdum ikki stemmar við eygleiðingar og kanningar rundan um okkum, er menningarlæran ikki eftirfarandi, og neyðugt er at síggja burtur frá henni í royndunum at greina og lýsa uppruna heimsins.
Skapanarlæran greinar upprunan til allar skapningar grundað á ein skapara.
Úrslitið er greitt avmarkaðir skapningar, hvør við sínum serliga bygnaði til sítt ávísa endamál. Ymiskir bygnaðir finnast til tað ávísa umhvørvið, skapningurin varð ætlaður at liva í. Vit vilja finna ymisk sløg av sama dýraslagið t.d. fleiri hundasløg og hestasløg. Men tað er tó ein greið avmarking millum hvørt dýraslagið.
Í serskildum greinum "Lívfrøðiligar broytingar" og "Dýraleivdir" hyggja vit nærri eftur hvørt steinrenningar vísa eina samanhangandi ketu av dýrum og hvørt vit kunnu finna eina menningar mekanismu.