Uppsagnir á Norrönu í stríð við avtalu

Tað er brot á avtaluna millum Smyril Line og Fiskimannafelagið, at føroyingar eru uppsagdir, samstundis sum útlendingar framvegis eru umborð. Felagið hevur kært uppsagnirnar og bíðar eftir svari, áðrenn tiltøk verða umhugsað

Fiskimannafelagið góðtekur ikki háttin, fólk eru søgd upp á Norrönu. Tað ger Óli Jacobsen, formaður, púra greitt.

? Tá ið vit samráddust um manning á Norrönu, høvdu vit sum fortreyt, at polakkar og aðrir útlendingar ikki troðkaðu føroyingar í land. Tað er júst tað, sum nú hendir. Útlendingar eru framvegis umborð, og tað er brot á okkara fortreytir, sigur Óli Jacobsen, formaður í Fiskimannafelagnum.

Felagið vil heldur ikki góðtaka, at fólk, sum hava verið umborð í nakrar mánaðir, troðka fólk av, sum hava verið við í fleiri ár.

30 fólk umborð á Norrönu, sum starvaðust á hotelldeildini, eru søgd úr starvi. Átta teirra búgva í Føroyum, átta eru úr øðrum norðurlendskum londum, og 14 polakkar eru uppsagdir.

Orsøkin til uppsagnirnar er, at virksemi hjá hjá Norrönu, nú lágárstíð er, svarar ikki til vónirnar, sum vóru. Norröna heldur kortini ferðaætlanina, sum varð løgd fyri veturin.

Sjómannadeildin hjá Fiskimannafelagnum hevur sent Smyril Line eitt skriv, har boðað verður frá, at uppsagnirnar ikki verða góðtiknar. Spurdur, um Fiskimannafelagið setir tiltøk í verk, um uppsagnirnar ikki verða tiknar aftur, svarar Óli Jacobsen, at eitt stig verður tikið í senn. Fyrst verður bíðað eftir svari frá Smyril Line.