Uppsjóvarvinnan veksur

Í dag eru næstan líka nógvir fiskimenn í uppsjóvarflotanum sum í línuflotanum.

Í greiningini hjá grannskoðaravirkinum Januar árini 2008 til 2012 sæst, at nú eru næstan líka nógvir sjómenn knýttir at uppsjóvarskipum sum at línuskipum.

 

Gjøgnum mong ár hevur tað serliga verið línuflotin, sum samanlagt hevur havt tað størsta manningartalið, men seinnu árini er línuflotin nógv minkaður, samstundis sum ársverkini í uppsjóvarflotanum eru vorðin nógv fleiri.

 

Í 2008 vóru 22 línuskip í flotanum, men við árslok 2012 vóru tey bert 16 í tali. 

 

Hyggja vit eftir uppsjóvarskipunum, vóru tey 11 í 2008, og tey vóru eisini sambært yvirlitinum 11 í 2012. 

 

Hyggja vit hinvegin eftir ársverkum í uppsjóvarflotanum, vóru tey 137 í 2008 - og heili 211 í 2012.

 

Í 2008 vóru heili 292 ársverk í línuflotanum, men við árslok í 2012 vóru tey bert 220 í tali.

 

Tølini siga okkum, at munurin millum ársverkini í línu-og uppsjóvarflotanum í 2012, bert er munurin millum 220 og 211 - ella tilsamans níggju ársverk í tali.

 

Tann skipabólkur í greiningini hjá grannskoðaravirkinum Januar, sum hevur trið flest ársverk við árslok í 2012 er partrolarar við tilsamans 170 ársverkum.

 

Samanlagt er talið av ársverkum í fiskiskipaflotanum minkað við 57 árini 2008 til 2012.