Uppskot um leigustuðul skal hjálpa fólki við lágari inntøku

Eitt nýtt lógaruppskot um leigustuðul er nú til viðgerðar í Løgtinginum. Endamálið er at hjálpa fólki við lágari og miðal inntøku, sum búgva til leigu.

Í dag fáa fólk, sum eiga sítt egna hús ella íbúð, rentustuðul frá landinum, men eingin skipan er fyri teimum, sum leiga bústað. Tað vil landsstýrið nú broyta.

 

Sambært uppskotinum skal leigustuðul verða latin húskjum, sum hava lágar inntøkur og høga húsaleigu. Stuðulin verður roknaður eftir bæði inntøku og húsaleigu, og hann kann hækka ella lækka, alt eftir fíggjarligu støðuni hjá húsarhaldinum.

 

Landsstýrið heldur, at hetta kann geva fleiri familjum størri fíggjarligt rásarúm í gerandisdegnum. Samstundis kann tað gera tað lættari hjá eldri fólki at flyta úr sethúsum í leiguíbúð, sum kann skapa størri ferð á bústaðarmarknaðinum.

 

Ætlanin er, at skipanin skal koma í gildi 1. september í ár, og fyrstu útgjøldini kunnu væntast í oktober.

 

Meirilutin í trivnaðarnevndini hjá Løgtinginum tekur undir við uppskotinum, men ásannar samstundis, at stuðulshámarkið hjá summum húskjum kann vera ov lágt. Nevndin vísir á, at tað framvegis manglar neyvar upplýsingar um føroyska leigubústaðarmarknaðin.

 

Minnilutin í nevndini tekur eisini undir við uppskotinum, men ávarar um, at leigustuðulin kann enda við at trýsta leiguprísirnar upp.

 

– Týdningarmikið er at tryggja, at stuðulin ikki verður grundarlag fyri samsvarandi leiguhækkingum, skrivar minnilutin.

 

Minnilutin heldur eisini, at tørvur er á einari størri og breiðari bústaðarpolitiskari skipan, har bæði langtíðar- og stutttíðarleiga verða endurskoðaðar, og har fleiri bústaðir verða bygdir.

 

Øll trivnaðarnevndin mælir tó Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.