Uppskotið frá Fólkaflokkinum vann ikki frama

Uppskotið frá Fólkaflokkinum um lækking av kommunuskattinum hjá Tórshavnar Kommunu við 0,5% vann ikki frama

Birgir Nielsen og Kristian Martin Skála

Kristian Martin Skála og Birgir Nielsen, báðir fyri Fólkaflokkin løgdu á býráðsfundi í kvøld broytingaruppskot fram, sum skal geva ein skattalætta til borgarar í Tórshavnar Kommunu á eitt hálvt prosent, úr 19% til 18,5%.  Harafturat umfataði broytingaruppskotið at barnafrádrátturin til barnafamiljur var øktur við 1.500 kr. um árið, úr 8.000 kr. til 9.500 kr. um árið.

 

Mett var at hesin lættin til borgarar í Tórshavnar Kommunu kostar umleið 35 mió.kr. í 2023, sum kundi fíggjast við støðlaðum íløgum og/ella gjaldførið hjá kommununi.

 

Vit sum umboða Fólkaflokkin meta, at tað í hesum tíðum er alneyðugt, at vit sum býráðslimir gerða ítøkilig tiltøk, sum lættað um hjá okkara borgarum, nú ovurhondsstórur prísvøkstur og rentuhækkingar á bústaðarlánum longu í dag tyngja munandi um hjá okkara borgarum.

 

Tí var tað okkara vón, at ein meiriluti í Tórshavnar Býráð vildi taka undir við okkara uppskoti um at lækkað kommunuskattin og hækkað barnafrádrottin.

 

Tíverri fall uppskotið hjá Fólkaflokkinum.  Fyri uppskotinum vóru umframt Kristian Martin Skála og Birgir Nielsen eisini Ruth Vang frá Framsókn.  Tískil vóru 3 atkvøður fyri, ímóti vóru 8 og blankar atkvøður vóru 2.

 

Tískil mugu vit í Fólkaflokkinum staðfesta at meirilutin og Tjóðveldi ikki vildi lækkað kommunuskattin við hálvum prosenti og hækkað barnafrádrottin við 1.500 kr. til 9.500 kr. til borgarar í Tórshavnar Kommunu.  Tó skal nevnast at enn eitt seinni broytingaruppskot frá meirilutanum og Fólkaflokkinum var samtykt, har ið barnafrádrotturin var hækkaður 1.000 kr. til 9.000 kr. Hetta var einmælt samtykt, og er ein bati rættað vegin hjá barnafamiljum í Tórshavnar Kommunu.

 

 

 

Vegna Fólkaflokkin í Tórshavnar Býráð

 

 

 

Birgir Nielsen

 

Kristian Martin Skála  

 

 

 

Birgir Nielsen og Kristian Martin Skála