Lið Mál Stig
KÍ 31-38 27
ÍF 31-46 27
B71 26-46 22
KÍ: NSÍ (h), Víkingur (ú)
ÍF: B68 (ú), B71 (h)
B71: Víkingur (h), ÍF (ú)
Um B71 skal bjarga sær, so skulu sandoyingar vinna báðar sínar dystir, meðan ÍF ella KÍ einki stig skulu vinna.
Bæði KÍ og ÍF bjarga sær við einum stigi afturat.
KÍ møguleikin fyri at flyta niður er, at klaksvíkingar einki stig vinna afturat, at ÍF spælir javnt ella vinnur á Toftum, at B71 vinnur í Gøtu, og at sandoyingar í síðsta umfari fara at vinna í Fuglafirði.
ÍF møguleikin at flyta niður er, at ÍF einki fær burtur úr á Toftum og á Sandi, og at B71 vinnur bæði á heimavølli ímóti Víkingi og í innanhýsis botnuppgerðini í Fuglafirði.