Uppskriftin var styrki, stríðsvilji og tol

Tá tað í ódnarveðrinum ikki bar til at spæla fótbólt, fingu føroysku spælararnir løn fyri, at teir vóru betri fyri enn mótstøðumenninir og harvið ikki gjørdu mistøk

 

DYSTARFRÁSØGN


Føroyar vunnu 1?0 á Luksemborg og fingu trý kærkomin stig. Hetta eru hagtølini og tað, sum fer at standa eftir í altjóða fótbóltssøguni. Í løtuni eru Føroyar á 122. plássinum við 264 stigum á altjóða styrkislistanum, meðan Luksemborg er á 144. plássinum við 260 stigum. Heimasigurin leygardagin fer at bera við sær, at munurin í stigum verður uppaftur størri. Um úrslitið fer at bera nakrar broytingar við sær í muninum á styrkislistanum, er ilt at siga nakað um. Úrslit í øðrum dystum fara eisini at ávirka hetta.

Men eitt eru altjóða hagtøl og styrkislistar. Eitt annað er føroyski veruleikin. Og fyri søguna hjá føroyska fótbóltinum í altjóða høpi eigur at vera gjørt ikki einki burturúr karminum kring dystin leygardagin ímóti Luksemborg. Fríggjakvøldið var eitt so vakurt kvøld seint á sumrinum ella tíðliga á heystinum, sum tað ber til at ímynda sær. Mánin dansaði so kátur í Nólsoyarfirði og læði yvir Svangaskarði. Og sunnudagurin rann upp við umleið somu líkindum.

Leygarmorgunin var ikki so galin. Men stutt eftir døgurða fór at dropa, og tríggjar tímar undan dystarbyrjan fór at oysregna. Veðrið helt á inntil ein tíma eftir at ísakaldi kroatiski dómarin hevði bríkslað fyri síðstu ferð. So lýsti í og stilti av, og leygarkvøldið vóru líkindini góð at fagna tíggjunda føroyska landsliðssigrinum yvirhøvur.


Uppskriftin

Talan var í ógvuliga lítlan mun um fótbóltsspæl. Tað ráddi um at halda bóltin burtur frá egnum máli, og at fáa hann so tætt at mótstøðumálinum, sum tað á nakran hátt bar til. Fyrri parturin av setninginum eydnaðist so at siga til fulnar. Gestirnir á Svangaskarði høvdu ein møguleika beinanvegin, men Jákup Mikkelsen stóð á rætta staðnum, og so var føroyski málverjin arbeiðsleysur.

Føroysku spælararnir løgdu nógv fyri í nærdystunum, og sum oftast vóru teir sannførandi. Tað kom ikki so ofta fyri, at teir úr Luksemborg vóru omaná, tá spælararnir brustu saman.

Í 1. hálvleiki royndu føroysku spælararnir fleiri ferðir at samanspæla eftir jørðini og at draga framvið móstøðumonnum, men tað eydnaðist so at siga onga ferðina. Ikki tí mótstøðumenninir vóru so treiskir og stinnir í nærdystunum, men tí rennváta undirlagið gjørdi, at eingin møguleiki var fyri dragingum og snaringum.

Sum fyrra umfarið leið og serliga í 2. hálvleiki tóktist tað sum um spælararnir funnu alt meiri út av, at tað loysti seg best at lyfta bóltin eitt sindur upp frá. Tað eydnaðist at fáa ferð á nakrar ferðir, og so stóðust onkrar vandamiklar støður burturúr. Tað eydnaðist at koma ígjøgnum í borðunum og at leggja innfyri, meðan tað var meiri soltið við skotunum úti frá, sum áttu at verið vandamikil í sovornum umstøðum.


Møguleikarnir

At umstøðurnar vóru so út av lagi vánaligar hevði við sær, at fleiri heilt stuttligar støður spurdust burturúr.

Tvær ferðir var um reppið, at føroyingar í 1. hálvleiki fingu mál, tí Stéphane Gillet, sum er eykamálverji hjá franska stórfelagnum, Paris St. Germain, ikki dugdi nóg væl at rokna kósina hjá bóltinum út. Ta fyrru ferðina eydnaðist honum og viðspælarunum at fáa fatur á aftur bóltinum, eftir at hann var stokkin upp um málverjan. Seinnu ferðina vóru teir uppaftur hepnari. Eftir langt útspark frá Jákupi Mikkelsen og undan vindinum, snittaði ógvuliga arbeiðssami Julian Johnsson bóltin longri fram á hálvuna hjá Luksemborg. Bólturin hevði stóra ferð, stiklaði í vøllin og upp um málverjan, men ? tíbetur fyri málverjan ? fór hann skeivu megin stólpan.

Julian Johnsson hevði ein orduligan møguleika í 1. hálvleiki. Innlegginum úr høgru bilti einki, men stútarin hjá Hull manninum, sum var púra leysur mitt fyri málinum, var ikki nóg góður, og bólturin fór framvið handara stólpanum. John Petersen, sum hesa ferð var meiri álopsmaður enn miðvallari, hevði ein góðan møguleika í 1. hálvleiki og aftur ein í 2. hálvleiki, og Christian Høgni Jacobsen, sum var tikin framum Kurt Mørkøre í fremsta plássið, hevði ein ella tveir møguleikar, sum kortini ikki bóru mál við sær.

Óli Johannesen, sum var íblásari í tryggu verjuni, og Jens Kristian Hansen høvdu onkrar frísparksroyndir, sum úr stórari fjarstøðu fóru omanfyri málið, og skotroyndir frá eitt nú sentrala Fróða Benjaminsen vórðu blokeraðar, áðrenn tær gjørdust vandamiklar.

Hornasparksinnleggini vóru fleiri, men tey gjørdust onantíð rættuliga vandamikil. Tað átti at verið góðar fyritreytir fyri vandamiklum støðum, tí tað á føroyska liðnum vóru einir seks ella sjey spælarar, sum vóru størri enn mótstøðumenninir, men neyvleikin og skipingin av deyðbóltsstøðunum tóktist ikki at vera nóg góð, og tað var spell.

Burtursæð frá møguleikanum beinanvegin, so vóru gestirnir úr Luksemborg ongantíð í nánd av at leggja trýst á føroyska málið, har fýra stórir verjuspælarar fyri tað mesta tóku sær av einum og tveimum álopsmonnum.


Tolin trívst

Hóast tað tók sína tíð, áðrenn málið kom og sigurin var vunnin, so vóru tað ábendingar um, at tað skuldi eydnast. Í 2. hálvleiki var tað alt torførari hjá Luksemborg, sum í steðginum misti skadda liðformannin úr miðverjuni, at koma burtur av teirra hálvu. Føroysku spælararnir tóktust vera í betri venjingarstøðu, og so eydnaðist tað at fáa málið, sum tað hevði verið bíðað so leingi eftir, og sum tað var so uppiborið, at føroyingar fingu.

John Petersen dró mitt fyri og eitt vet til í vinstru inn í brotsteigin, og tá verjuspælarin royndi at takla, var tað skjótt, at B36 maðurin lá flatur. Eingin ivi var um, at talan var um brotsspark. Og so hildu føroyingarnir á Svangaskarði ondini. Allir spælararnir vóru í orðsins sanna týdningi ivaleysa kaldir!, men Jens Kristian Hansen hevði royndirnar og sjálvsálitið at bjóða seg fram. Málverjin tveitti seg til vinstru fyri seg sjálvan, men bólturin sat so mikið ovarlaga, at tað ikki bar til at bjarga.

Stórur fagnaður á ísakøldu spælarunum og áskoðarunum, og so ráddi um hjá spælarunum at koma undir brúsuna og hjá sera trúføstu áskoðarunum at koma í bilarnar.


Høvuðbrýggið

Tað ber sjálvandi ikki til at siga sovorðið við vissu, men tað er lítið sannlíkt, at mótstøðumenninir høvdu verið serliga nógv meiri vandamiklir, sjálvt um umstøðurnar høvdu verið lagaligari, enn tær vóru leygardagin. Føroysku spælararnir vóru betri fyri kropsliga og í fótbóltsskili, og eingin ábending var um, at bóltførleikin hjá Luksemborg var betri, enn hann var hjá føroyingunum.

Undan dystinum var eitt sindur av iva um, hvussu føroyska liðið skuldi síggja út. Allan Simonsen valdi at hava Súna Olsen í vinstru í staðin fyri Heðin á Lakjuni. Venjarin metti tað vera meiri týdningarmikið at hava ein bólttryggan mann í borðinum, enn at hava ein sera skjótan mann í hesum plássinum. Ein annar spurningur var, um tað ? á sama hátt sum í Beograd fyri hálvari triðju viku síðani ? skuldu vera fýra spælarar í miðverjuni. Upp undir dystin umhugsaði Allan Simonsen at taka ein av verjumonnunum ? ivaleyst Johan B. Hansen ? av liðnum og so at seta Kurt Mørkøre í álopið. Men venjarin valdi at hava allar verjuspælararnar á vøllinum. Jákup á Borg var eitt sindur fremri og sentralari, enn hann frammanundan hevði verið, og John Petersen var meiri undir liðini á Christian Høgna Jacobsen, enn hann var í framrættaða miðvallarleiklutinum, sum hann hevur verið í tey seinnu árini.

Føroyska liðið var tolið, og tolin trívst. Tá tíðin gekk undan, duttu royndu spælararnir ikki í álopskendu grøvina, sum Luksemborg datt í, tá teir høvdu heimavøll. Tað loysti seg í síðsta enda. Føroyar vunnu trý stig. Tað var hugaligt, men karmarnir um tíggjunda altjóða sigurin skuldu vera so vánaligir.