Uppstilling
Í kvøld verður fyrsti uppstillingarfundur til kommunuvalið í Runavíkar kommunu. Fundurin byrjar klokkan 20 í skúlanum í Søldarfirði, og hesaferð eru tað søldfirðingar og fólk á Skipanesi, sum fara at tosa um, hvat best er at gera, nú kommuval stundar til.
Á fundinum fara tey at viðgera spurningin, um serstakur listi skal gerast í økinum ? ella um listi skal gerast saman við øðrum og hvørjum, um so verður.
Við seinasta kommunuval varð listi gjørdur í økinum við níggju valevnum.
Ragnar Olsen varð valdur við 70 atkvøðum, og næstur á listanum var Ólavur A. Olsen, sum fekk 57 atkvøður.
Fundurin í Søldarfiðri verður soleiðis startskotið til nýggju uppstillingina í Runavíkar kommunu, sum til valið hesaferð eisini fevnir um Skála, Funningsfjørð, Elduvík og Oyndarfjørð.