Upptakt: Fjarðastevnuróður

Seinnapartin verður fimti FM-róður í hesum róðrarári. Leiðin gongur til Vestmanna, har fleiri spennandi róðrar eru á skránni

Klokkan 15:00 verður fimti FM-róður í hesum róðrarári. Leiðin gongur til Vestmanna, ið hevur hýst Fjarðastevnuni annaðhvørt ár síðan 2003, tá stevnan varð løgd afturat teimum upprunaligu seks FM-stevnunum.  Áðrenn leiðin gongur til Vestmanna, leita vit aftur til jóansøku á Vágsfirði, ið enn einaferð borðreiddi við óvæntaðum vinnarum og hendingum. 

 

Í fimmannafarsróðrinum við dreingjum fingu vit aftur nýggjan vinnara, tá Fípan Fagra fekk stavnin fram um Blik. Minni enn eitt sekund skilti bátarnar, tá ið máldómarin lat skotið av.

 

Í fimmannafarsróðrinum við gentum kom eisini nýggjur vinnari undan kavi. Silja úr Fuglafirði tók øll á bóli og legði Drekan aftur um seg við meira enn einum sekundi. Tað sermerkta við hesum róðrinum var, at tvey reyð kort vórðu drigin úr lummanum hjá høvuðsdómaranum og latin Bliki og Spógvanum.

 

Seksmannafarsróðurin við monnum fekk eisini nýggjan vinnara. Tað var Hvessingur, sum róði ein sannførandi róður.

 

Tann mest spennandi róðurin hendan dagin var áttamannafarsróðurin. Knørrur megnaði í evstu løtu at fáa rongina fram um Kvívíking, og munurin var bert 3/25 partar, tá ið bátarnir komu á mál. Knørrur steðgaði harvið sigursrøðini hjá Kvívíkingi.

 

Við hesum úrslitum í huga kann hugsast, at Fjarðastevna fer at borðreiða við fleiri spennandi róðrum.  

 

Fjarðastevna

 

5.MF dreingir: Kappingin um gullkrónurnar fer uttan iva at standa millum Blik og Fípuna Føgru, eins og á undanfarnu stevnum. Róðrarnir hava verið tættir og spennandi, og Fjarðastevnuróðurin verður einki undantak. Hvør rakar dagin?

 

5.MF gentur: Róðurin er púra opin. Tríggir ymiskir vinnarar seinastu fýra stevnuna tala fyri einum sera spennandi róðri. Drekin, Silja, Fípan Fagra og Jallurin liggja framvið gullinum.

 

5.MF kvinnur: Tað tykist, eins og Havfrúgvin er einasti bátur, ið kann hótta Erlu Kongsdóttir. Á Fjarðastevnu legst ein bátur afturat flotanum, og tað er Sílið úr Havnar róðrarfelag,. Sílið kemur á stevnu við royndari manning, ið hevur róð motiónsróður í nakrar vikur. Spurningurin er, um Sílið kann gera tað nærum ógjørliga – tað er sæð áður.

 

6.MF kvinnur: Jarnbardur er í nógv betur venjing enn hinir bátarnir. Leygardagin luttekur Páll Fangi við royndari manning. Kann hann gera tað, sum hinir bátarnir ikki hava megnað?

 

6.MF menn: Eins og við 5.mf gentum og dreingjum, liggja fleiri bátar framvið gullinum – Jarnbardur, Hvessingur, Sølmundur og Páll Fangi. Hetta verður avgjørt ein spennandi róður, og tað ber ikki til at spáða um ein vinnara, tí tríggjar ymiskar manningar hava vunnið, nú fýra stevnur eru avgreiddar.

 

8.MF: Áðrenn jóansøku hevði eg mett, at Kvívíkingur fór at vinna greitt á Fjarðastevnu. Nú er sannføringin ikki eins sterk, tí Knørrur tók øll á bóli á jóansøku og vann á Kvívíkingi. Kvívíkingur hevur heimasjógv á Fjarðastevnu, og  tað kann vera til fyrimuns fyri Kvívíking. Vónandi verður róðurin eins spennandi og á jóansøku, tá minni enn ein rong var millum Knørr og Kvívíking.

 

10.MF: Drekin Reyði hevur verið sannførandi, og verður tað eisini leygardagin. Tó legst Vestmenningur afturat flotanum, og kann hann hótta hinar bátarnar. Spenningurin í hesum róðrinum er ikki um, hvør fer at lyfta steyp upp um høvd. Spennandi verður, hvør kemur á mál sum nummar tvey og trý.