Upptakt: Spania – Portugal

HM 2018: Fyrsta royndin hjá Fernando Hierro

Seinni dysturin í bólki B verður í kvøld millum Spania og Portugal. Í fyrra dystinum vann Iran 1-0 á Marokko við máli í evstu løtu. Hetta er fyrsta royndin hjá Fernando Hierro, sum bleiv settur sum venjari fyri bara fáum døgum síðani.

 

Bólkur B

Spania – Portugal

Scochi, klokkan 19.00

 

Spania hevur staðið fyri størsta skelkinum undan HM, tá Julen Lopetegui bleiv koyrdur, tí hann loyniliga hevði gjørt sáttmála við Real Madrid og valdi at kunngera tað. Í hansara stað er settur Fernando Hierro. Fyrrverandi liðskiparin á spanska landsliðnum og Real Madrid hevur ikki nógvar royndir sum venjari. Hann hevur eisini boðað frá, at hann ætlar at halda fast í arbeiðinum sum frákoyrdi venjarin hevur gjørt.

 

Uppstilling: De Gea - Nacho, Pique, Ramos, Alba - Busquets, Koke - D. Silva, Isco, Iniesta - Costa.

 

Portugal er evropameistari og er eitt væl samanspælt lið, har Cristiano Ronaldo er stóra stjørnan. Hann er spælarin, sum alt melur rundanum, men talan er eisini um eitt sterkt lið, ið fleiri meta hevur ein møguleika at gera um seg í HM-endaspælinum. Fernando Santos hevur staðið seg væl sum venjari, og tykist hava funnið røttu samansetingina. Liðið hevur royndar spælarar í miðverjuni, bólttryggar spælarar á miðvøllinum og málsøknar spælarar í álopinum.

 

Portugal XI: Rui Patricio; Cedric, Pepe, Fonte, Guerreiro; B. Silva, Moutinho, Carvalho, Fernandes; Guedes, Ronaldo.