– Vit hava valt at broyta stýrisskipanina fyri at hava greiðari málsøkjabýti í hvørjari nevnd, og á hendan hátt verður arbeiðsbyrðan hjá nevndunum javnari, umframt at vit spara eina nevnd burtur

Vestmanna minkar talið av kommunalum nevndum

Stýrisskipanin fyri Vestmanna bygdarráð varð broytt við 2. viðgerð á bygdarráðsfundi í gjárkvøldið

– Vit hava valt at broyta stýrisskipanina fyri at hava greiðari málsøkjabýti í hvørjari nevnd, og á hendan hátt verður arbeiðsbyrðan hjá nevndunum javnari, umframt at vit spara eina nevnd burtur

Síðan nýggja bygdarráðið tók við, hevur verið arbeitt við at broyta stýrisskipanina fyri Vestmanna bygdarráð. Avgerðin fevnir um at umskipa bygdaráðsnevndirnar frá at vera fimm nevndir til fýra nevndir.

 

- Broytingarnar eru í høvuðsheitum, at mentarnarnevndin og trivnaðar- og umhvørvisnevndin eru lagdar saman í eina nevnd, sum nú eitur trivnaðarnevndin.

 

Í Vestmanna kommunu siga tey, at umhvørvisøkið í trivnaðar- og umhvørvisnevndini er beint í teknisku nevnd, og havnarnevndin eitur nú vinnu- og havnarnevndin og hevur fingið ferðavinnu aftrat sínum málsøkjum.

 

Ferðavinna var frammanundan í mentarnarnevndini.

 

– Vit hava valt at broyta stýrisskipanina fyri at hava greiðari málsøkjabýti í hvørjari nevnd, og á hendan hátt verður arbeiðsbyrðan hjá nevndunum eisini javnari, umframt at vit spara eina nevnd burtur.

 

Tað sigur Sára Jógvansdóttir, borgarstjóri í Vestmanna kommunu.

 

Tær førstu bygdarráðsnevndirnar eru nú hesar - og við hesum limum:

 

Fíggjarnevndin: Sára Jógvansdóttir, Símin Jákup Højsted og Karl A. Olsen (varalimur: Anja Haldansen).

Tekniska nevnd: Símin Jákup Højsted, Pauli Magnussen og Janus Atli Jensen (varalimur: Jákup S. Jóanesarson).

Trivnaðarnevndin: Anja Haldansen, Pauli Magnussen og Jákup S. Jóanesarson (varalimur: Karl A. Olsen).

Vinnu- og havnarnevndin: Karl A. Olsen, Anja Haldansen og Jákup S. Jóanesarson (varalimur: Janus Atli Jensen).

 

 

 

 

– Vit hava valt at broyta stýrisskipanina fyri at hava greiðari málsøkjabýti í hvørjari nevnd, og á hendan hátt verður arbeiðsbyrðan hjá nevndunum javnari, umframt at vit spara eina nevnd burtur