Urguleikarar stuðlar MLF

Urguleikarafelagið heitir á Føroya Løgting um at fáa aftur í lag skipanina við ferðapeningi til musikkskúlalærararnar. – Tað hevur sera stóran týdning, at næmingar um alt landið fáa frálæru í tónleiki. Hetta er partur av bygdamenningini og átti at verið ein sjálvfylgja, sigur Urguleikarafelagið í áheitan senda fjølmiðlunum.